Maria Winther Olsen vann ársins Geyta
Tíðindi
Maria Winther Olsen vann ársins Geyta
Sjey stuttfilmar kappaðust um ársins Geyta. Vinnarin av gyltu standmyndini gjørdist stuttfilmurin “Halt um meg”, sum Maria Winther Olsen hevur leikstjórnað.
Eftir: Kvinna / Mynd Finnur Justinussen 08.02.2025

Maria fekk tíverri ikki verið við til handanina av Geytanum, so filmsliðið tók ímóti virðislønini.

Áskoðaravirðislønina vann stuttfilmurin “Faðir mín Faðir”, sum Julia í Kálvalíð hevur leikstjórnað.

Runavíkar kommuna er stuðul til Geytavirðislønina, ið er 40.000 kr., og Tórshavnar kommuna er stuðul til áskoðaravirðislønina, ið er 30.000 kr.

Stuttfilmskappingin Geytin er eitt samstarv millum Filmshúsið og Norðurlandahúsið.