Tað skal ikki blaða leingi í ársins jólaKvinnu, áðrenn jólini av álvara merkjast. Í blaðnum hesu ferð eru vakurt pyntað býli, freistandi konfekt, smákøkur, móta-íblástur til veitsluløturnar, bøkur, mentan, kreativ jólahugskot og persónligar, erligar og hugtakandi samrøður.
Í Søtu jólatíðini hava vit savnað seks serstøk og óvanliga lekkur sløg av jólakonfekt, sum geva tær hug at fara beint í køkin at ganda jólahugnan fram. Og hevur tú heldur hug at seta teg við stokkunum, fært tú uppskriftina upp á eina flotta troyggju, sum væl kann gerast eitt av vetrarprojektunum myrku dagarnar.
Vit vitja eisini tvey ymisk jólabýli, har bæði persónligheit, pynt og jóladámur sleppa at fylla. Og á mótasíðunum er íblástur til klæðini, tá jólaborðhald, veitslur og aðrar góðar løtur standa fyri framman.
Jólini eru tó meira enn matur, pynt og pakkar. Í blaðnum hitta vit Mary Antonsdóttir í einari opnari og erligari samrøðu um jólini - eisini um tað, sum kann vera trupult. Rakul Wardum, Kirstin Hammer og Elsebeth Mercedis greiða frá sínum jólum og jólasiðum, og Urd Johannesen deilir sínar bókaløtur við okkum
Vit hava eisini hitt Kaj Leo Holm Johannesen í einari inniligari samrøðu. Hann hevur verið í mongum vási í ítrótti, vinnulívi og politikki, men lívið sær øðrvísi út í dag, nú hann situr í koyristóli.
Harumframt fara vit eina ferð gjøgnum jólini frá A til Oy, fáa prei um mentan og tiltøk og finna hugskot til bæði friðarligar løtur heima og nógv av tí, sum hendir rundan um okkum í desember.
Kvinna er títt einasta føroyska lívsstílsmagasin, og ársins jólablað osar av jólum. JólaKvinna er at finna á handilshillunum kring landið.