Reiley gjørdist fyrsti føroyingurin, ið vinnur danska Melodi Grand Prixið, og 13. mai skal Reiley aftur á pall við "Breaking My Heart", tá Eurovision-finalan er á skrá í Liverpool í Onglandi
Sangurin "Breaking My Heart" hjá Reiley var kosin vinnari hjá dómsnevndini og nummar tvey hjá teimum, sum atkvøddu í appini hjá DR ella við SMS-boðum. Soleiðis vóru atkvøðurnar býttar:
Reiley, 'Breaking My Heart' 43 prosent (15 prosent av hyggjara-atkvøðunum, 28 prosent av atkvøðunum frá dómsnevndini)
Nicklas Sonne, 'Freedom' 34 procent (20 prosent av hyggjara-atkvøðunum, 14 prosent av atkvøðunum frá dómsnevndini)
Micky Skeel, 'Glansbillede' 23 procent (15 prosent av hyggjara-atkvøðunum, 8 prosent av atkvøðunum frá dómsnevndini)
– Eg havi tað vilt. Tað er fantastiskt, eg veit ikki, hvat eg skal hugsa ella siga. Tað er ein æra, at Danmark hevur givið mær hetta álitið. Og við stórum áliti fylgir stór ábyrgd, segði Reiley við DR beint aftaná sigurin í Danska Melodi Grandprixnum.
Vit ynskja Reiley hjartaliga tillukku