Mentanarnáttin í Havn verður 3. juni
Tíðindi
Mentanarnáttin í Havn verður 3. juni
Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna, og ofta verður hon eisini rópt ”lítla ólavsøka”. Mentanarnáttin í Havn verður í ár 3. juni.
Eftir: 11.04.2022

Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskins tiltøkum.

Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á onnur og vitja tey mongu tiltøkini – tey flestu ókeypis.

Í ár verður Mentanarnáttin fríggjakvøldið 3. juni – sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikur sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.