Miðlar upplýsa: Sissal skal vera við í "Vild med dans"
Tíðindi
Miðlar upplýsa: Sissal skal vera við í "Vild med dans"
Nú verður sagt, at Sissal Jóhanna Norðberg skal vera við í væl umtóktu dansi-sendingini hjá TV 2, sum í ár endar eftir 22 sesongir
Eftir: Kvinnu 01.07.2025

Sissal Jóhanna Norðberg er eftir øllum at døma eitt av nøvnunum, sum í heyst skal royna seg á størsta dansigólvinumi Danmark í komandi og seinastu sesong av "Vild med dans" á TV 2. Tað skrivar danski netmiðilin Alt.dk.

 

Tað er góður hálvurannar mánaður síðan, at 30 ára gamla Sissal bergtók okkum øll við stóra hittinum "Hallucination" í finaluni í Eurovision Song Contest, sum varð hildin í Basel í Sveis.

 

Í einum skrivligum svari til HER&NU/Realityportalen sigur Sissal, at hon ikki kann vátta upplýsingarnar hjá SE&HØR, men at hon hevði elskað at verið við.

 

Kvinna gleðir seg at fylgja við - og vit vóna at síggja Sissal á danisgólvinum í heyst.