Tilfeingisbreytin: Ronja í Eyðansstovu
25 ára gamla Ronja lesur í dag lívfrøði á Setrinum. Hon er uppvaksin í Mykinesi, har tað var róligt, og bara hon og beiggin vóru í skúlanum. Eftir fólkaskúla fór hon á Glasir, men gavst skjótt aftur. Har var so stórt, og skúlin var ikki akkurát hon. Síðan valdi hon at fara á tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna, tí hon visti, at tað var ein lítil skúli, og at man gjørdi nógv úti í náttúruni. Hetta vísti seg at vera tann heilt rætta avgerðin fyri Ronju.
Hon greiðir frá, at av tí, at tey vóru so fá á skúlanum, gjørdi tað, at hon líkasum fann sítt pláss. Lærararnir góvu sær eisini stundir til at tosa við ein og læra ein at kenna.
-Í fakinum tilfeingi lærir man um tilfeingi í Føroyum, um náttúruna og alt tað, sum hon hevur at bjóða - og eisini um føroysku mentanina. Vit fóru m.a. út at fanga havhestar, flettu harur, og vitjaðu ymisk fiskavirki fyri at síggja hvussu tey gera - hvussu man kann gagnnýta náttúruna í Føroyum, fortelur Ronja.
-Í uppgávunum sluppu vit sjálvi at velja evni, sum vit vóru ordiliga áhugað í, og vit fingu góða hjálp og vegleiðing frá lærarunum. Vit vóru tríggjar, sum skrivaðu eina uppgávu um reyðmaðkar í Føroyum. Uppgávan bleiv so væl móttikin, at hon síðan bleiv til eina grein í frøði, tað var ordiliga stuttligt. Eg helt faktiskt ikki, at eg ætlaði at lesa víðari yvirhøvur, men onkur lærari í Vestmanna hevði tikið lívfrøði útbúgvingina, og tað ljóðaði lokkandi. Fakini, eg havi havt í Vestmanna, hava givið mær sera gott grundarlag nú eg lesi lívfrøði á Setrinum, serliga lívfrøði á A-støði og heimsspeki, greiðir Ronja frá.
Heimligur skúli
Dagarnir eru stuttir, so man kann fara heim við bussinum, men vit vóru ofta eftir á skúlanum og gjørdu skúlating og mat seinni út á dagin. Tað bleiv næstan sum eitt annað heim, man føldi seg ordiliga heima.
Eg kann viðmæla øllum at fara á Miðnám í Vestmanna, serliga teimum, sum dáma at fara út á feltið, út í náttúruna og at gera okkurt uttanfyri skúlastovuna. Eg havi bara fingið gott burtur úr og betri sjálvsálit. Árini í miðnámi vóru ein góður partur av lívinum, og tá ið vit vóru liðug, græt eg, tí eg var klár at vera har tíggju ár afturat, fortelur Ronja flennandi at enda.
Aliútbúgvingin: Jana Antonsdóttir Dam, alaralærlingur á 4. ári.
Meðan Jana, sum hevur starvast leingi á stovnsøkinum, arbeiddi í frítíðarskúla í Miðvági, vóru tey nógv niðri á sandinum við børnunum. Gjøgnum natúrliga forvitnið hjá børnunum og teirra spurningar um náttúruna, bleiv Jana sjálv alsamt meira áhugað í náttúruni. Fyri nøkrum árum síðani skifti hon tí starv og fór at arbeiða á smoltstøðini Fútakletti. Tá ið aliútbúgvingin bleiv sett á stovn, var tað ein góður møguleiki hjá Janu at læra meira um økið og fáa fakligheitina knýtta at starvinum.
Jana greiðir frá, at í Vestmanna hava dugað sera væl at tvinna føroysk viðurskifti upp í undirvísingina, og tað er av tí sama lættari at fyrihalda seg til undirvísingartilfarið.
-Tú sleppur at arbeiða við tí, tú lærir. Tað gera tað nemmari at læra. Eg hevði arbeitt í hálvtannað ár á Fútakletti áðrenn eg fór í læru. Tað gevur okkurt eyka at hava bókliga vitan aftanfyri tað, sum man ger, fortelur Jana.
-Miðnám í Vestmanna er ein væl samansjóðaður skúli, og tað er ein absoluttur fyrimunur, at skúlin er so lítil; tað er stutt millum lærara og næming, og tað er eisini sera gott samanhald millum næmingarnar á skúlanum. Hóast lærlingarnir ikki eru í skúla alt árið, so eru tey ein partur av næmingahópinum, og verða t.d. altíð boðin við til ymsu samansjóðingartiltøkini.

- Man má kenna seg sjálva; tað eru ikki øll sum tíma at sita still, og tað er kanska ein av høvuðsorsøkunum til at eg heldur tími at vera alari enn t.d. samfelagsfrøðingur, sigur Jana at enda.
Um tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna
Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi. Á breytini eru tvær lærugreinir, sum ikki finnast á øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.
Hin lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir arbeiða við trimum verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu. Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari, verið tað seg í Føroyum ella uttanlands.
Av útbúgvingum, sum næmingar við prógvi frá Miðnámi í Vestmanna eru farnir undir, kunnu nevnast: medisin, sjúkrarøktarfrøði, støddfrøði, námsfrøði, lívfrøði og til djóralækna.

Um aliútbúgvingina
Aliútbúgvingin er ein yrkisútbúgvin, ið tekur 4 ár. Útbúgvingin er ein samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.
Tú fært møguleika fyri at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi, og verður partur av arbeiðstoymum á virkjum, sum reka alibrúk og smoltstøðir, við støðugum atliti til burðardygga gangnnýtslu av tilfeinginum. Í skúla lærir tú um ástøðilig viðurskifti í sambandi við aling, so tú eisini mennir tín fakliga kunnleika kring aling.
Hevur tú hug at søkja?
Umsóknarfreistin til at søkja inn á Tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna er 15. mars. Innskrivingin fer fram á Vanganum.
Les meira um upptøkuna her.
Alifyritøkurnar søkja eftir alilærlingum tíðliga um várið. Lýsingar eftir alilærlingum síggjast eisini á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.