Minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong avdúkað
Tíðindi

Minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong avdúkað

Í dag varð minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong avdúkað í Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Tað var ein sonn hátíðarløta og nógv varð gjørt burtur úr við røðum, tónleiki og framførðslum til stóra gleði fyri tey mongu, ið luttøku í avdúkingini av minnismerkinum.
Eftir: Kvinnu 17.12.2023

Tað eru sóknarprestur Anne Mette Greve Klemensen, mentanarsamskipari Brynhild Næs Petersen og ljósmóðir Poulina Abrahamsen, ið við samstarvi við Fuglafjarðar Kommunu, hava staðið fyri at fáa minnismerkið reist. Viðurslønta listakvinnan Guðrið Poulsen hevur evnað fimm metur høga listaverkið, ið er vakurt staðsett í Miðstaðarlundini í millum kirkjuna og Mentanarhúsið. Hetta stóra verkið stendur nú sum ein minnisvarði fyri allar tær kvinnur, ið lótu lív, tá ið tær góvu lív.

Áðrenn verkið varð avdúkað, bar Guðrið fram rørandi røðu, og hon endaði við hesum vøkru orðum, ið vísa til súlukenda minnismerkið:

Ein súla, eitt byggilistarligt grundelement, eitt uppreisnar motiv,

eitt óendaligheits prinseipp

Ein súla, tvíbýtt sum upphavið, mamma og pápi

lívifrøðisliga eindin, móðir og barn

Viðbrekin, varandi

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, bar somuleiðis fram røðu, áðrenn minnismerkið varð avdúkað, og hon segði millum annað soleiðis:

Ongin tøkk er nóg stór at bera tykkum fyri hesa vøkru og neyðugu gerð. Tit æra við hesum kvinnur, sum hava latið lív í barsilssong, og tit geva øllum eftirkomarum eitt stað til minnis og til sálarbót. Minnisvarðin talar tí sanniliga eisini tykkum til heiðurs og æru. At tit hava valt at seta minnisvarðan mitt í bygdina, umgirdan av fólki og vøkstri, er ein fjálg umhugsað gerð, sum dagliga fer at minna okkum á kvinnurnar og alt tað, tær bæði mistu og góvu. Tær hava verið ein ósjónligur partur av okkara samleika, men nú koma tær fram í ljósið. Tit gera eisini kvinnuna, kvinnukroppin, kvinnurættindi og kvinnusøguna sjónliga, og fáa okkum at reflektera.

Sambært stigtakarunum birtist hugskotið til minnismerkið Allahalgannadag í 2018 sum ein undran um, at vit ikki eisini minnast tær, sum lótu lív, tá ið tær góvu lív. Við minnismerkinum hava vit øll nú eitt stað, har vit æra og minnast tær kvinnurnar í Føroyum og um allan heim, sum fingu hesa vanlagnu.

Minnismerkið er reist í Miðstaðarlundini mitt í Fuglafirði, har børn og vaksin njóta fríløtur alt árið. Við hesi staðseting, verður minnið um tær ærað mitt í tí lívinum, sum teimum ikki untust at gerast partur av.