Nú er Elisabet pro atletur
Tíðindi
Nú er Elisabet pro atletur
– Eg havi ikki og summað meg ella skilt tað enn, men alt gekk nógv betur enn væntað
Eftir: Anniku Kunoy Im 21.09.2021

– Eg fái gásarhold at hugsa um tað. Ein órúlig kensla, sum ikki kann lýsast, sigur 22 ára gamla Elisabet Vang, sum fyrradagin vann báðar tær kravdu kappingarnar og gjørdist pro atletur innan bikinibólkin í bodybuilding fedratiónini IFBB. Kappingin var í Noregi.

– Nú hendi hetta fyrradagain, og eg fleyg heim í gjár. Eg havi ikki summað meg ella skilt tað enn, men alt gekk nógv betur enn væntað, sigur hon. 

Ítróttarfólkini, sum kappast innan ymsar greinar í fedratiónini IFBB, byrja øll sum amatørar. Fyri at gerast pro atletur, skal ítróttarfólkið vinna kapping í sínum hæddarbólki, og síðani skulu vinnararnir í øllum hæddarbólkunum kappast,
og tann vinnarin sleppur upp í pro ligaina.

Hetta megnaði Elisabeth fyrradagin, og nú kallar hon seg ikki longur amatørur, men IFBB Pro.

Elisabet Vang hevur roynt at vunnið pro heiti fleiri ferðir fyrr, og so seint sum í síðstu viku endaði hon á einum øðrum plássi í kapping í Finnlandi. Hon hevur eisini roynt at vunnið í hæddarbólkinum og so tapt móti einum øðrum vinnara í seinnu kappingini. 

– Nú sleppi eg ikki at kappast sum amatørur longur, og hetta er eitt fet í longu tilgongdini. Nú er støðið hægri, tí nú kappist eg móti øðrum vinnarum, og nú eru pengar knýttir at kappingunum. 

– Seinni í ár ætli eg at royna meg í pro ligaini fyri at vita, hvar eg liggi og fáa afturmeldingar frá dómarunum um, hvussu eg fái betra meg. Eg fari jú frá at vera besti amatørurin til at kunna vænta at vera sindur aftaliga, sigur hon.

Hjartaliga til lukku, Elisabet!

---

Fyrr í ár var Elisabet Vang við í teiginum 'Mín sunna síða' í Kvinnu, og vit loyva okkum at vísa ta greinina her:

Hvat er góð heilsa fyri teg?
Ein góð heilsa, haldi eg, er at hava møguleika og styrki til at klára og tillaga seg til lívsins avbjóðingar og krøv í gerandisdegnum.

Hvat gert tú fyri at hava góða heilsu?
Fyri at hava eina góðu heilsu venji eg fyri tað mesta styrkivenjing og havi, so leingi eg minnist, eisini íðkað ymiskan liðítrótt, har fótbóltur hevur fylt nógv tey seinastu árini. Ígjøgnum hesar ítróttir fái eg bæði vant vøddarnar, beinagrindina og hjarta- og lungavirki, sum saman skulu bera meg so leingi, sum til ber.

Eisini havi eg eitt rættiliga virkið arbeiði, sum ger, at eg røri meg og gangi nógv, ofta 10.000 fet og meira um dagin.

Hvat motiverar teg til at lata teg í venjingarklæðini?
Tá ið tað kemur til motivatión havi eg eina heilt øðrvísi meining. Eg havi einki álit á motivatión. Tað er ikki tað, sum drívur meg og fær meg at lata meg í venjingarklæðir seks ferðir um vikuna - tað er sjálvdissiplin.

Jú, motivatión gjørdi, at eg fekk eina byrjan á av fyrstan tíð, men motivatión er meiri ein kensla, og tískil ber illa til at stýra, nær hon er til staðar og ikki. Sum oftast dettur hon eisini burtur eftir stutta tíð.

Harafturímóti er sjálvdissiplin ein gerð ella val, og tað er tað, sum eg havi mítt álit á, og tað er grundin til, at eg lati meg í venjingarklæðir næstan hvønn dag.

Hvussu leingi hevur tú vant?
Eg havi vant ymiskan ítrótt, so leingi eg minnist. Alt frá fimleiki, flogbólti, hondbólti, fótbólti og styrkivenjing.

Styrkivenjingini, sum fyllir mest hjá mær í dag, byrjaði eg við sum 16 ára gomul, altso fyri 7 árum síðani. Tað var ígjøgnum hondbólt, at vit fóru at styrkivenja, sum tú gert, tá tú kemur upp í tær eldru deildirnar. Eg fall fyri styrkivenjing alt fyri eitt og havi vant tað síðan, aftur at fótbóltinum.

Hvussu tilvitað ert tú um tað, tú etur?
SERA tilvitað. Eg haldi føðslufrøði vera áhugaverda og fyri at optimera framgongdina av mínari venjing, so má eg eisini hugsa um kostin.
 Eg havi eingi forboð, tá ið tað kemur til mat, men syrgi fyri at fáa alt, sum kroppinum tørvar.

Hvat gert tú, tá ið tú hevur hug til okkurt søtt?
So eti eg tað søta. Sum sagt, so havi eg eingi forboð viðvíkjandi mati. Søtur matur er bara eitt slag av kolvetni eins og rís, eplir, breyð o.s.fr. Søtt kolvetni er ofta bara meira einfalt og inniheldur fleiri kaloriur, enn tú gevur tær far um.

Um eg eri í gongd við at skula fara aftur í vekt ella ikki vil hava ov nógvar kaloriur frá tí søta, so brúki eg hesi ráð:

Eg spyrji meg sjálva: “Eri eg veruligani svong? Ella er tað bara, tí eg keði meg, at eg havi hug til okkurt søtt?”

Um tað er, tí eg eri svong, so eti eg okkurt proteinríkt í staðin ella áðrenn tað søta. Hetta geri eg, tí protein metta meira enn kolvetni/tað søta, so við at fáa eitt sindur av proteinum fyrst td. skyr, smáttuost og kjøt, so minkar trongdin eftir tí søta.

Hevur tú eini góð ráð til tey, ið kundu hugsað sær at farið undir tað, tú venur?
Far í gongd í dag og legg onki í, hvør dagur tað er. Tá ið tú ert komin í gongd, halt so á í 21 dagar, sum er umleið tann tíðin, tað tekur at skapa ein nýggjan vana. Eftir hetta verður tað lættari.

Set tær sjálvari eitt SMART mál:

S pecific (nágreiniligt)

M easurable (mátbart)

A ttainable (realistiskt)

R elevant (viðkomandi)

T ime-bound (tíðarfreist)

Á henda hátt eru tað betri útlit fyri, at tú klárar tínar málsetningar.

Nær hevur tú tað allarbest kropsliga og mentalt?
Eg kappist javnan í bikini-fitness kappingum, og eg havi tað best kropsliga og mentalt, tá tað ikki er ov tætt upp undir eina kapping. Tað er ein ítróttur eins og allir aðrir, og tær seinastu vikurnar eru ekstremar, tá tað kemur til feittprosent og eisini hormonjavnvág. Tað er ikki ein støða, sum eg kann ella havi hug til at liva við dagliga, men tað hoyrir til ítróttin, sum eg elski.

So tá eg eri uttan fyri kapping, og feittprosentið og hormonjavnvágin eru “vanlig”, orki eg best at venja, eg eri glaðari og í betri lag, so tá havi eg tað best kropsliga og mentalt. OG tá eg sovi 8+ tímar um samdøgrið.

Hvussu byrjar tú dagin?
Við at vinna morgunin. Tað geri eg við at fara upp fyrstu ferð, vekjarin ringir. Hetta tók mær tíð at venja meg við, men við at ’snooza’ hevur tú longu tapt móti tí, sum tú í gjár ætlaði tær.

Og hvussu endar tú dagin?
Eg endi dagin við einari proteinríkari máltíð, helst saman við familjuni.

Elisabet Vang er 22 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er fysiskur venjari hjá KÍ og persónligur venjari í Yndi.