Nú er heystKvinna komin
Tíðindi
Nú er heystKvinna komin
Tað kann væl vera, at heystarveðrið samsvarar við tíðina. Tað er eitt sindur illsligt og fitt av vindi. Men forsíðan á hesi heystKvinnu, sum nú endiliga er komin, vinnur á veðrinum við síðnum ljósareyða, leikandi longsli. Síðurnar inni í blaðnum er ikki minni inspirerandi við hugbindandi samrøðum, býlisreportagum, viðmælum, mati, móta og øllum møguligum øðrum.
Eftir: Kvinnu 20.10.2023

Í blaðnum hesa ferð...

Forsíðuna prýða kvinnurnar handan røddirnar í Barnaútvarpinum, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Elin á Rógvi, sum fortelja um týdningin av útvarpi til børn, og hvar føroysk børn eru í dag, og hvussu tey hava tað. Vit fáa eisini eina mynd av, hvørjar hesar kvinnurnar, ið vit hoyra tosa við børnini hvønn morgun, eru.

– Barnaútvarpið hevur avgjørt eina ábyrgd í at stuðla og hjálpa ungum lurtarum, tá tað snýr seg um torfør ella svár evni...  Vit hava ongan livandi kjans at kappast við útlendska tilfarið og pallarnar. Tí er tað umráðandi, at foreldrini eisini raðfesta føroyskt tilfar, siga tær millum annað.

Vit tosa eisini við 27 ára gomlu Mariannu Holm Jacobsen, ið arbeiðir sum fangavørður í donskum fongsli. Hon greiðir frá um gerandisdagin hjá sær til arbeiðis, og hvussu hon brúkar seg sjálva, sína bakgrund í ítrótti og sítt positiva lyndi, tá hon er millum fangarnar.

– Eg havi verið í støðum, har fangar eru psykotiskir og til dømis sorla klivan hjá sær sundur. Tá verða stóru, mannligu fangavørðirnir stillaðir fremst, og vit verða stillaðar aftan fyri teir. Hinvegin, so eru eisini onkuntíð støður, har tað krevst, at tað verður tosað róliga við fangarnar, og tað vísir seg ofta at fella okkum kvinnum natúrliga, sigur hon.

...

Les eisini inspirerandi býlisreportagu úr Miðvági heima hjá Heidi Jógvansdóttir, sum saman við manni sínum fór undir at byggja síni egnu hús. Hon greiðir millum annað frá, hvussu tey gjørdu, og hvat tey fingu burturúr við at gera alt sjálv.

...

Vit hava eisini verið á gátt hjá Rebekku Jensen í Leirvík, sum gevur eitt erligt innlit mangan rokaliga gerandisdagin við smábørnum -  men har matgleðin og samveran kring borðið kortini verður raðfest, tí hon hevur týdning. Hon tosar um hønur, veltur og urtir - ja um sanna matgleði, ið verður forstyrkt, tá vit eru saman um hana.

...

Í vakra blaðnum eru eisini heili 9 síður við mati av alskins slagi, fleiri síður við heystmóta, íblástur til heimið og klædnaskápið, góð viðmæli til bøkur og sendirøðir, bindiuppskrift uppá eina fjálga og bleyta troyggju og alt møguligt annað.

So hóast tað er kann vera illfýsið uttanfyri, so er løtan við Kvinnu still, álvarsom, hugnalig, nærverandi og stuttlig - júst sum vit.

Njót løtuna.