Nú er Marie Kondo aftur á skíggjanum
Tíðindi
Nú er Marie Kondo aftur á skíggjanum
Eftir: Anniku Kunoy Im 06.09.2021

Japanska Marie Kondo hevur skrivað fleiri metsølubøkur um hetta at rudda upp. Hon hevur eina serliga mannagongd, sum nevnist ‘KonMari metodan’, og fyri smáum tveimum árum síðani varð røðin ‘Tidying up with Marie Kondo’ sýnd á Netflix.

Marie Kondo var sjálv vertur í vælumtóktu og nógv umrøddu røðini, ið sum vera man snúði seg um at rudda heimini hjá ymiskum amerikanskum familjum á hendan serliga hátt.

Nú er japanska Marie Kondo, við síni eyðkendu og róligu medferð, aftur á skíggjanum í spildurnýggju sjónvarpsrøðini ‘Sparking Joy With Marie Kondo’ - uppkallað eftir næstu bók hennara.

Men ístaðin fyri at vitja heima hjá fólki, hjálpir hon í hesum pørtunum fyritøkum á ymsan hátt. Hon fær tingini aftur í rættlag, har ruðuleiki og kaos hevur valdað - soleiðis fær hyggjarin eitt innlit í eina bjartari og ruddiligari framtíð, tí har Marie Kondo er, tykist alt eisini á ein undarligan hátt at finna javnvág.

Í fyrsta partinum hjálpir hon feðgunum Jimmy og Logan, sum eiga gróðrarstøðina ‘Logan’s Garden’ í Los Angeles. Her er skil í óskilinum, sum man sigur, tí hóast fyritøkan er farin víðari í hendurnar á Logan, er tørført hjá Jimmy at leggja frá sær, og hóast einki í fyritøkini er skipað, hevur hann alla vitanina í høvdinum.

Marie Kondo takkar fyri, at hon sleppur at vitja har, og sum hon fær greiðu á lutum og amboðum, spyr hon, um lutirnir og amboðini enn veita gleði. Um ikki, so verður takkað fyri tænastuna og burturbeint. Alt, sum framvegis veitir gleði verður varðveitt, skilt og goymt á góðan og skipaðan hátt. Og ímeðan tey gjøgnumganga allar lutirnar á hendan hátt, styrkjast familjusambondini eisini.

Smá brot úr heiminum hjá Kondo eru flættað í frásøgnina, og har fær hyggjarin innlit í familjulívið hjá henni - sum eisini er við til at menniskjugeru hana onkursvegna - og har situr hon ofta við eitt ruddiligt skrivaraborð og gevur góð ráð.

Ein vónrík feel-good røð, sum í minsta lagi er undirhaldandi, og tú fært hug til kanska at miðja ímóti hesum metodunum - nevniliga tí javnvágin er so sissandi og inspirerandi.

Fleiri enn fýra milliónir fylgja Marie Kondo á Instagram.

Mynd: KonMari Media, Inc.