Nýggj Kvinna: Um burðartunglyndi og skuggasíðuna av at gerast mamma
Tíðindi
Nýggj Kvinna: Um burðartunglyndi og skuggasíðuna av at gerast mamma
Ein nýggj útgáva av Kvinnu er nú lend í sølubúðunum. Dýpdin hesa ferð snýr seg um burðartunglyndi, har tú kanst lesa erligu søgurnar hjá tveimum mammum, ið hava stríðst við burðartunglyndi. Eisini hava vit eitt stórt vælverutema, umframt nógv annað spennandi lesitilfar
Eftir: Ingrid Bjarnastein 12.03.2021

Í dag er ein nýggj Kvinna lend í sølubúðunum kring landið. 
Vit fara í dýpdina við burðartunglyndi, har tú kanst lesa erligu søgurnar hjá Vígdis og Kirstini, sum báðar hava stríðst við burðartunglyndi í tveimum umførum.

Eisini hava vit stórt vælverutema, har vit m.a. hava tosað við Hjørdis, sum er lækni og í frítíðini arbeiðir á vakurleikastovu, har hon leggur botox og fillers undir húðina á fólki. Vit fara til frisør við 92 ára gomlu Jenny og 74 ára gomlu Elsu, sum halda, at væl klipt hár er rein vælvera. Fá prei til negla-, fóta- og húðrøkt, vakurleikaprei og ymiskt annað áhugavert.

Hitt Maud Wang Hansen, sum fekk ein hvøkk og var nær við at doyggja - tvær ferðir! Hon ásannaði, at um hon vildi liva, til hon gjørdist 56 ár, mátti hon leggja lívið um, og nú hevur hon tveitt 45 kg!

John Johannessen - tann føroyski mr. News - er í táttinum "Menn, okkum dámar". Hann kundi hugsað sær at dugað at spælt á ljóðføri og havt tol til rennitúrar. Les forvitnisliga prátið við John í nýggjasta blaðnum.

Vit vitja í hugnaligari familjuíbúð við alski til endurnýtslu, og vit borðreiða við leskiligum matvaflum og søtari páskablondie við sitrónkremi og minieggum.

Hetta og nógv annað áhugavert og spennandi finnur tú í nýggjastu Kvinnu. 
Góðan lesihug :)