
Heystið er komið og við tí eisini ein nýggj og innihaldsrík Kvinna, ið hesaferð setur sjóneykuna á eitt evni, sum nógvar av okkum tíverri kenna okkum aftur í: nevniliga strongd.
Tvær sterkar kvinnur seta í blaðnum orð á, hvussu tað var, tá ið orkan brádliga hvarv, og tær máttu byggja seg upp aftur – fet fyri fet. Tað eru søgur um veikleika og styrki - og um at finna vegin aftur til sín sjálvs. Vit hava eisini fingið góð ráð frá sálarfrøðingi, ið greiðir frá, hvussu vit kunnu taka okkum av okkum sjálvum, tá strongdin rakar.
Forsíðuna prýðir Jana Mittún, ein av okkara fremstu hondbóltsspælarum, sum í hesum døgum fyrireikar seg til HM-endaspælið í Týsklandi saman við føroyska kvinnulandsliðnum. Í blaðnum er eisini ein innilig og inspirerandi samrøða við Janu, har hon greiðir frá sínum hondbóltslívi – frá tí hon var lítil, til hon í dag spælir yrkishondbólt í Viborg HK í Danmark. Jana deilir hugleiðingar um javnvág, familju og stuðul – og um at hava dirvi til at fylgja dreyminum, eisini tá trýstið er stórt.
Eisini er innilig samrøða við sjónleikaran, Eyð Matras, sum fortelur um sorg, list, lívsleið, dreymar - og tað at tora. Eyð hevur altíð gingið sín egna veg, eisini tá ið leiðin hevur verið ósløtt og sár.
Og sjálvandi er eisini nógv gott til eygað og heimið: inspiratión til eitt ljósari og fjálgari heyst, lekkrar lampur, mjúkir frakkar og mangt annað, sum gera køldu dagarnar fjálgari.
Sum eina eyka gávu fært tú eitt flott listaprent frá Helgu Djurhuus við í blaðnum – klárt at ramma inn og hanga á veggin.
HeystKvinna er at fáa í handlunum kring landið nú. Njót løtuna!
Góðan lesihug - og koyr á Føroyar!