Nýggj Kvinna við fjølbroyttum og áhugaverdum tilfari
Tíðindi
Nýggj Kvinna við fjølbroyttum og áhugaverdum tilfari
Í dag kemur nýggja Kvinna í sølubúðirnar við nógvum spennandi tilfari. Vit spyrja fimm kvinnur, ið ikki hava verið alment frammi í fleiri ár, hvat tær nú fáast við, vitja prestabýli í Vestmanna, hoyra skakandi søguna hjá Arnbjørg, tá hjartað hennara steðgaði, og so hava vit eisini hitt Filip Jojic.
Eftir: Ingrid Bjarnastein 04.06.2021

Nýtt blað er komið á gøtuna, og aftur hesa ferð er tað á tremur við áhugaverdum og fjølbroyttum lesnaði.

Vit hava hitt Óluva Klettskarð, Ginnu Midjord, Duritu Holm, Petsi Tvørfoss og Heidi Andreassen. Allar fimm eru kvinnur, ið hava verið nógv at hoyra og síggja í almenna rúminum fyri nakað av tíð síðani, og vit spyrja, hvar tær eru nú, og hvat tær takast við í dag.

Arnbjørg Tórbjarnardóttir fekk ein hvøkk fyri tveimum árum síðani, tá hjartað hennara brádliga steðgaði. Hon greiðir frá síni søgu í nýggjasta blaðnum, og hvussu tíðin aftaná hendingina hevur verið.

Les eisini, hvat dámligi hondbóltsspælarin, Filip Jojic, hevur uppá hjartað, og kom á gátt í hugnaliga prestabýlinum í Vestmanna, har nýtt møtir gomlum.

Á matarlepanum stendur gøtumatur. Fá uppskriftir uppá kálrullu við laksi, flatbreyð við havtasku og naanbreyð við lambskjøti, umframt eina leskiliga summarskálkøku.

Vit hava spennandi ger tað sjálv vegleiðingar til grønt í vindeygakarmin, og hvussu tú fært list úr urtagarðinum.

Hitt eisini Liljuna Weihe, Fridu Poulsen, Oddvá Nattestad, Barbaru Hilduberg, Steintóru E. Joensen og fleiri aðrar.

Nýggja Kvinna fæst í sølubúðunum kring landið.