Nýggj Kvinna við stórari Djúpd um harðskap
Tíðindi
Nýggj Kvinna við stórari Djúpd um harðskap
Nýtt blað er nú komið á gøtuna, sum er fult av áhugaverdum, spennandi og viðkomandi lesitilfari.
Eftir: Ingrid Bjarnastein 16.09.2021

Í nýggjastu Kvinnu, sum er komið í sølubúðirnar, seta vit sjóneykuna á harðskap móti kvinnum í stórari Djúpd.

Tríggjar djarvar kvinnur greiða frá um teirra parløg, har harðskapur – m.a. fíggjarligur, sálarligur og kropsligur – hevur verið gerandiskostur.

Les skelkandi, rørandi og viðkomandi søgurnar frá hesum kvinnunum, les um vaksandi tølini úr Kvinnuhúsinum og Kreppumiðstøðini, og hvat sálarfrøðingur sigur um harðskap móti kvinnum og teir menn, ið fremja harðskapin.

Eisini kanst tú hitta 85 ára gomlu Vilhelminu Larsen úr Dali, sum fleiri kenna sum Likkulikkuleia-ommuna. Nærlagda og vituga kvinnan slóðað fyri at halda lív í aldargomlum skjaldrum, barnaspølum og barnamentan sum heild.

Maðurin, ið okkum dámar hesu ferð, er ungi læknin Marnar Fríðheim Kristiansen. Marnar og konan mistu sína fyrstu dóttur jólaaftan í 2013. – Tá brotnaði nakað innan í mær, sigur Marnar. Sorgin hevur lært hann at síggja øðrvísi uppá lívið. Millum annað strembar hann eftir at vera meir til staðar í løtuni, og hann elskar at flenna saman við døtrunum.

Vit bjóða í stóra bindiklubbaveitslu við uppskriftum uppá fýra leskiligar køkur. Kanska tú fært hug at borðreiða við einari (ella fleiri!), næstu ferð tú hevur bindiklubb?

Les eisini um hondbóltskempuna í Vági, Gurið Krosslá Augustinussen, stjóran í Dugna, Hedvig Johansdóttir, síggj vakra og stílfulla býlið í Geilini í Klaksvík, klassiskan og einfaldan móta og nógv, nógv annað.

Við Kvinnu hesu ferð fært tú eisini eitt vakurt, ókeypis prent, sum Posta letur í sambandi við teirra 150 ára føðingardag.

Keyp nýggju Kvinnu í handlunum nú.