Nýggj Kvinna við stórum býlistema
Tíðindi
Nýggj Kvinna við stórum býlistema
Nýggj Kvinna er komin í sølubúðirnar við kveikjandi býlum, køkum, baðirúmum og nógvum áhugaverdum býlistilfari.
Eftir: Ingrid Bjarnastein 23.04.2021

Í dag kemur várútgávan av Kvinnu í handlarnar.

Blaðið hesa ferð er bæði eyka stórt og hevur eitt stórt býlistema við býlum, køkum, baðirúmum, ger tað sjálv og mást hava.

Dýpdin hesa ferð snýr seg um kropsfatan og tað at góðtaka sín kropp. Vit hitta Marjuna Berbisá og Jóhonnu av Steinum, sum báðar hava stríðst við sína kropsfatan heilt frá ungum árum. Elisa Vang greiðir frá, hví hon hevur tikið leiklutin sum tjúkk-aktivistur á seg, og Bjørt Lind greiðir frá hugtakinum kropsfatan, og hví tað er týdningarmikið, at vit minka um fokusið á okkara kroppar.

Malan Johansen, landsbankastjóri, fortelur, hvat lívið hevur lært hana um kærleika, sjálvbjargni og at seta sær mál, og Terji Rasmussen er maðurin, okkum dámar hesa ferð.

Vit borðreiða við leskiligum gerandisrættum og vælsmakkandi donuts við góðgæti.

Alt hetta og nógv annað spennandi í nýggjastu Kvinnu.