Nýggj nevnd fyri Demokratia
Tíðindi
Nýggj nevnd fyri Demokratia
Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur sett nýggja nevnd fyri Demokratia.
Eftir: Kvinnu 29.06.2023

Í nevndini sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Nevndin fyri Demokratia verður vald fyri valskeiðið, Løgtingið situr, og skipar seg sjálv við forkvinnu ella formanni.

Í nýggju nevndini hjá Demokratia eru hesi umboð:

UmboðVaraumboð
Fyri Fólkaflokkin:Jóhan Eli Poulsen, HvalbaLillian Bjarnadóttir Poulsen, Hoyvík
Fyri Sambandsflokkin:Rasmus Son Mørkøre, HoyvíkMaud Poulsen, Vestmanna
Fyri Javnaðarflokkin:Sigrið Sámalsdóttir Hentze, SandurÓlavur Larsen, Fuglafjørður
Fyri Tjóðveldi:Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, MiðvágurRani Nolsøe, Klaksvík
Fyri Framsókn:Hilbert í Grógv, ToftirBirita Arge, Hoyvík
Fyri Miðflokkin:Rósa Gaardlykke Tyril, NorðragøtaDánjal av Rana, Hoyvík
Fyri Kvinnusamskipan Føroya:Elisa Vang, TórshavnMarna Jacobsen, Sørvágur
Fyri Kommunufelagið:Bjørg á Rógvi, VestmannaJóannes Lisberg, Famjin
Fyri Javnstøðunevndina:Niels Uni Dam, TórshavnMary Antonsdóttir, Hoyvík

Nevndin hittist fyrstu ferð og skipar seg týsdagin í komandi viku. Brandur Mortensen Nolsøe er skrivari og samskipari hjá Demokratia, sum hevur skrivstovu saman við Javnstøðunevndini.




Viðkomandi greinar