Nýggj poddvarpsrøð um list
Listasavn Føroya er í luftini við nýggjari poddvarpsrøð.
Røðin fevnir um samrøður við føroysk listafólk, ið hava arbeitt við havinum sum evni. Í fyrsta poddvarpinum verður tosað við Randi Samsonsen um dálking í havinum og menniskjans nýtslumentan. Tveir aðrir poddar eru ávegis. Annar verður við Tróndi Paturssyni, har prátað verður um verkið "Bládýpið", og hansara ævintýrferð á bambusflaka. Tann triði poddurin er um grafikaran, Jónu Rasmussen, sum hevur fingið íblástur til sítt grafiska arbeiði frá manninum, sum er sjómaður.
Poddvarpsrøðin er eitt ískoyti til aktuellu framsýningina undir heitinum Havið.
Rikke Mia Skovdal hevur gjørt samrøðurnar og lagt poddvarpið til rættis. Til ber at lurta eftir poddvarpinum á Spotify, Apple og á heimasíðuni hjá Listasavninum.