Nýggj summarslig Kvinna
Tíðindi
Nýggj summarslig Kvinna
Endiliga er hon her! Nýggja summarsliga Kvinna er nú at fáa kring landið.
Eftir: Kvinnu 29.05.2024

Tú kanst gleða teg til hópin av góðum lesitilfari og íblástri bæði til klædnaskápið, býli og til at borðreiða við einum betri bita.

Stór mótarøð sum Sadie Niclasen hevur stílað, og tað er Birna Mohr, sum er modell hesaferð.

Góð ráð til trivna og vøkstur í havanum

Lekkrar uppskriftir úr meksikansa køkinum - bjóða til borðs við sterkum, søtum, súrum og søltum.

Hugtakandi samrøða við Hin Rusuta, sum vit eisini kenna sum Jens Jákup Hansen.

Býlisprát við Turið Thomsen


Erlig samrøða við Dianu Reynstind


Tema um vinaløg og relatiónir - hitt Dianu Jógvansdóttir og Annu Kalsø og les essay eftir Elina Brimheim Heinesen