Nýggja Kvinna er komin
Tíðindi
Nýggja Kvinna er komin
Henda várKvinna er øðrvísi. Serstakari. Sterkari.
Eftir: Redaktiónina 21.04.2022
Í tímunum eftir, at kríggj brast á í Ukraina, var #standwithukraine ein av mest brúktu tvíkrossum á sosialu miðlunum. Fólk vildu sýna Ukraina samhuga. Og vit á Kvinnu vilja eisini sýna ukrainska fólkinum okkara samhuga.
Iryna, Angelina og Maria eru ukrainskar kvinnur í Føroyum, og forsíðumyndin hesa ferð lýsir betur teirra kenslur, enn vit kunnu við orðum... Vit á Kvinnu eru takksamar fyri, at tær tríggjar vildu hjálpa okkum at varpa ljós á sorgarleikin, sum er í teirra heimlandi. Inni í blaðnum tosa vit eisini við hesar sterku kvinnurnar um barndómin í Ukraina, um kríggið og um vónina.
Blaðið er eisini fylt við øðrum góðum lesnaði og íblástri til søta køkin, klædnaskapið og býlið.



Viðkomandi greinar