Nýggja Kvinna er komin
Tíðindi
Nýggja Kvinna er komin
Okkara fyrsta summarKvinna er í handlunum - tú kanst gleða teg til sterkar greinar, íblástur til bæði býlið og klædnaskápið. Og eisini lekkrar uppskriftir og mangt annað.
Eftir: 27.05.2022

Tað er fyrimyndarliga og vakra Herit Helgadóttir, sum prýðir forsíðuna á árrsins fyrstu summarKvinnu - les eisini hennara søgu í blaðnum, har hon millum annað fortelur um, tá hon fekk sjúkuna alopecia, og um hennara ynski at vera við til at bróta tað tabu, sum hártrupulleikar enn eru.

Vit hitta eisini Tummas í Garði í greinarøðini 'menn, okkum dámar'. Og Anna Maria Joeensen úr Klaksvík tekur okkum við á nakrar av hennara vegum í gjøgnum lívið í nýggju greinarøðini 'lívsins vegir'.

Í blaðnum finnur tú eisini eitt stórt brúdleypstema og íblástur til summarmótan. Vit vitja eisini heima hjá Kolbrún í Haraldsstovu á Velbastað. Og so er ein longri samrøða við evnaríku Sissal Drews Hjaltalin, sum tú kanska kennir frá Trom, eisini við í summarKvinnu. Les alt hetta og mangt annað í Kvinnu, sum júst er komin í handlarnir.