Óli Mittún: Jana er ein umhugsin, nærløgd og óruddilig stórasystir við óvanligum vilja og ferð
Tíðindi
Óli Mittún: Jana er ein umhugsin, nærløgd og óruddilig stórasystir við óvanligum vilja og ferð
Soleiðis sigur Óli Mittún, beiggi Janu, sum í samrøðu við Kvinnu greiðir frá um tey bæði sum systkin, barndómsminnir, kappingarhug og stóru menningina hjá Janu á hondbóltsvøllinum
Eftir: Anniku Kunoy Im 28.11.2025

22 ára gamla Jana Mittún er ein av mest umrøddu spælarunum á føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum í hondbólti í hesum døgum. Hon hevur gjørt um seg í Danmark og á landsliðnum, har hon við sínum vilja, ferð og skili fyri spælinum hevur víst, at hon hoyrir til millum tey heilt stóru talentini. Í samband við samrøðuna í Kvinnu, har Jana var á forsíðuni, settu vit eisini beiggja Janu, Óla Mittún, nakrar spurningar. Tað kom nógv áhugavert burturúr, tá hann greiddi frá um Janu sum systur, spælara og menniskja...

 

Hvussu var Jana sum systir, tá tit vóru yngri? 
Jana hevur altíð verið ein sera fitt, hjálpsom og rokalig systir. Tá vit vóru heilt lítil, havi eg fingið søgur at vita frá mammu og babba, at hon kanska var rættiliga øvundsjúk, um eg fekk alt uppmerksemið. Vit hava verið sera nógv saman í høllini. Hon hevur altíð verið sera dugnalig til at venja. Hon hevur vant bæði hondbólt, fótbolt, styrki, renning, fimleik og helst meira, og tað hevur altíð verið 100 prosent hjá henni! So tað er heilt vist grundin til, at hon er komin so langt, sum hon er komin í dag! Jana hevur altíð verið klár at hjálpa, um tað nú var skúlating, gera mat, venjing ella okkurt annað. Men vit eru sera kappingarsinnað bæði tvey, so tað hevur altíð verið ein kapping millum okkum bæði, um tað nú var hondbóltur ella okkurt heilt annað. 

 

Hvat hevur tú lært av Janu? 
Eg havi lært sera nógv av Janu, bæði á og uttan fyri hondbóltsvøllin. Hon er ein so umhugsin genta og hugsar altíð um onnur fyrst, og tað smittar av. Hon hevur lært meg ymiskt, sum at gera mat, skúlating, at vera ein fyrimynd. Og so hava eg og Jana so at siga líka spælistíl á hondbóltsvøllinum, og sjálvandi royni eg eisini at læra frá henni! Hon er jú stórasystirin, men sjálvt um eg havi búð í longri tíð enn hon burtur frá mammu og babba, so er tað altíð gott at fáa nøkur góð ráð frá henni - um tað so er við matgerð ella hondbólti, so er hon altíð klár. 

 

Hvussu líkjast tit, og hvussu eru tit ólík? 
Eg vildi sagt, at eg og Jana líkjast sera nógv upp á nógvar mátar. Fyrst og fremst havi eg hoyrt óteljandi ferðir, at vit líkjast sera nógv í andlitinum. Og so haldi eg eisini, at vit líkjast rættiliga nógv í aðrar mátar eisini. Eg haldi, at vit bæði eru kanska eitt sindur meira dovin og óruddilig  enn hini bæði systkini Pauli og Fía. Eg hugsi tó ikki, eg eri líka ringur, sum hon er, tí um tú kemur inn í hennara kamar, so kanst tú næstan ikki ganga, uttan so at tú traðkar á okkurt, sum liggur og sløðist á gólvinum. Annars er tað eingin loyna, at vit bæði spæla næstan akkurát líka á hondbóltsvøllinum við sera nógvari ferð og kraft, og tað ger tað nógv lættari, um vit skulu geva hvørjum øðrum onkur tips. 

 

 

 

Um tú skuldi lýst hana við trimum orðum – hvørji høvdu tey verið? 
Um eg skuldi lýst Janu við trimum orðum, so hevði eg nokk sagt umhugsin, nærløgd og óruddilig. 

 

Hvussu heldur tú, hon hevur ment seg sum hondbóltsspælari seinastu árini? 
Eg haldi, at Jana hevur ment seg sera nógv sum hondbóltsspælari tey seinastu árini. Eg hugsi, at tá hon spældi í Føroyum, var hon kanska ein spælari, sum dugdi øðiliga væl at søkja sínar egnu kjansir, sum hon sjálvandi er enn. Men eg haldi tað, sum hon hevur ment seg allarmest við hesi tvey árini í Danmark, er hennara víðarispæl. Eg hugsi ikki, at tað var heilt hennara sterka síða, tá hon spældi í Føroyum. Men tað er blivið ein av hennara allar sterkastu síðum nú, sjálvandi eisini við hennara skjóta spæli. So hon hevur ment seg ótrúliga nógv hesi tvey árini í Danmark, og eg eri vísur í, at hon nokk skal koma sera langt á hondbóltsleiðini - við hennara lyndi og vilja. 

 

Øll samrøðan við Janu Mittún kann lesast í Kvinnu 3, sum liggur á handilshillunum í nakrar dagar afturat.