Óluva í Gong: - Tað verði ikki eg, sum koppi
Tíðindi

Óluva í Gong: - Tað verði ikki eg, sum koppi

Spurningurin er, hvør tað verður, sum koppar, eg ella Jørgen. Og tað verði so ikki eg, slær Óluva í Gong fast. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava loksins verið á fundi við fíggjarmálaráðharran og semingsstovnin, men støðan er óbroytt.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Veitari 30.10.2020

Partarnir í sáttmálatrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrafrøðingar og Fíggjarmálaráðið hava verið á fundi í dag, men støðan er óbroytt.

- Nú er fíggjarmálaráðharrin funnin, men støðan er óbroytt. Hann vildi hava okkum at góðtaka verandi uppskot, og tað er havnað.

Samráðingarnar slitnaðu tann 16. oktober, tá tað stóð greitt, at partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum. Fíggjarmálaráðið vrakaði seinasta uppskotið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og felagið sá ongan annan møguleika enn at nýta sín verkfalsrætt – ein rætt, sum fíggjarmálaráðið í semingsarbeiðnum royndi at taka frá felagnum. Afturfyri skuldu sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa ein døgurðasteðg, sum sostatt ikki er ein sjálvfylgja í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur nú ligið í sáttmálaloysi síðani 1. oktober 2019 og í samráðingum síðani í desember. Trætan snýr seg um at lyfta lønarlagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum so mikið, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar koma á sama lønarlag, sum aðrir fakbólkar við líknandi útbúgvingarstigi og hóskandi ábyrgd. Felagið fekk eitt munandi lyft til seinastu lønarsamráðingar í 2017, men sambært felagnum var hetta bert eitt stig á vegnum. Tá partarnir hittust til samráðingar hesaferð, fekk felagið boðið 0 % í lønarhækking.

- Skeivleikin í lønarlagnum gongur minst 50 ár aftur, og hann skal burtur, fyri at yrkið eisini framyvir skal vera áhugavert at starvast í. Við stóra tørvinum á sjúkrarøktarfrøðingum er hetta ikki bert ein trupulleiki hjá okkara limum, men ein trupulleiki hjá øllum føroyingum, sigur felagið á heimasíðu síni.

2020 skuldi eftir ætlan vera árið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, men í staðin fyri hátíðarhald, er árið higartil merkt av serligari tilbúgving í sambandi við korona og nú verkfalli, sum higartil hevur vart í tvær vikur, og ongi útlit eru í dag fyri nakrari semju.

Tað er onki nýtt í, at fíggjarmálaráðharrin hvørvur, tá á stendur. Tað sóu vit eisini, tá námsfrøðingarnir eftirlýstu hann í sjálvari kampanjuni. 

Hvussu kennist at standa í hesari støðuni og onki hoyra frá Fíggjarmálaráðnum?

- Tað er onki nýtt í, at fíggjarmálaráðharrin hvørvur, tá á stendur. Tað sóu vit eisini, tá námsfrøðingarnir eftirlýstu hann í sjálvari kampanjuni. Spurningurin er, hvør av okkum koppar, eg ella Jørgen, og tað verði ikki eg. Eg havi gott mót. Eg standi ikki einsamøll, eg havi eina sterka nevnd aftan fyri meg, og vit hava stóran stuðul frá limum og øðrum fakfeløgum. Tað styrkir meg í, at tað vit gera, er rætt.

340.000 sjúkrarøktarfrøðingar úr norðurlondum hava víst sín stuðul til verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar umframt fleiri av føroysku fakfeløgunum.