Pengar: Kvinnur eru ov varnar
Tíðindi

Pengar: Kvinnur eru ov varnar

Kvinnur kunnu enda við at rinda heilar 12.000 kr. meir enn menninir í lánsrentu, vísir nýggj donsk kanning. - Kvinnurnar eru ov varnar, tá tað kemur til at seta seg inn í tað fíggjarliga sum heild, sigur Turið Arge, rakstrarstjóri á BankNordik
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Veitari 03.09.2020

Ein nýggj donsk kanning hjá Mybanker staðfestir, at ójavnvág er millum kvinnur og menn, tá tað kemur til at rinda rentur av bankalánum. Kanningin byggir á 30.000 kvinnur og menn, og ein samanbering millum rentugjøldini hjá báðum kynunum vísir ein mun á yvir 12.000 kr. um árið.

- Tílík hagtøl hava vit ikki í Føroyum, og tí ber illa til at siga nakað um júst bankalánini her hjá okkum. Men tað er ikki ókent í bankaverðini, at kvinnur halda seg afturi, tá tað kemur til fíggjarlig viðurskifti sum heild, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri hjá BankNordik.

- Kvinnur eru ov varnar, tá tað kemur til tað fíggjarliga. Tað kemur helst av, at vit ikki tora at spyrja um tað, vit ikki skilja, og ræðast at tykjast óvitandi. Men eg vil siga, at viðurskiftini viðvíkjandi fígging yvirhøvur eru trupul – óansæð kyn.

Kvinnur mugu taka ábyrgd

Sum útgangsstøði er prísur á rentu ikki nakað, ið verður handlað um í bankanum, og hóast eingi tøl vísa, at kvinnur rinda meir enn menninir, hava vit søguliga sæð havt til vana at lata menninar um tey peningaligu viðurskiftini. Harafturat liggur tað helst ikki so væl til kvinnurnar at hava so lætt við at prutta um prísir ella at vísa, at vit ikki vilja rinda ásetta prísin fyri vøruna.

- Søguliga hava føroyskir menn tikið sær av tí fíggjarliga partinum av húsarhaldinum. Tað mynstrið sæst enn. Fígging, íløgur og rentur eru kanska ikki so spennandi at tosa um, men tað kann hava stóra ávirkan á títt lív. Tí er tað umráðandi fyri kvinnuna at seta seg inn í síni fíggjarligu viðurskifti sum heild viðvíkjandi eitt nú trygging og pensjón. Tað er vert at hyggja eftir, um pensjónin er rætt skrúvað saman, og hvussu ein er stillað, um ein skuldi staðið einsamøll við húsarhaldinum.

- Allar kvinnur eiga at seta seg inn í neyðugu viðurskiftini og taka ábyrgd fyri sínum fíggjarligu viðurskiftum og tryggja sær, at báðir lántakarar standa fyri allari ogn og skuld.




Viðkomandi greinar