Rætting til patentbinding við tveimum litum í Kvinnu 3
Tíðindi
Rætting til patentbinding við tveimum litum í Kvinnu 3
Her er ein rætting til patentbindingina í bindiuppskriftini, sum er í nýggjastu Kvinnu.
18.03.2022

Patent við tveimum litum bundið runt:

  1. umfar: Litur 1B: *kasta um, tak rætt-eygað rangt av (t.v.s. tráðurin liggur framman), 1 rangt*.
  2. umfar: Litur 1A: *Bint umkastið (frá síðsta umfari) og eygað rætt saman, kasta um, tak 1 eyga rangt leyst av* bint frá *-* alt umfarið
  3. umfar: Litur B: *kasta um, tak 1 eyga rangt leyst av, bint umkastið (frá síðsta umfari) eygað rangt saman*. Bint frá *-* alt umfarið.
  4. Endurtak 2. og 3. umfar.

Patent aftur og fram:

Legg til merkis: Her verða tvey umfør bundin frá ranguni, eitt umfar við oliven og eitt umfar við hvítum - síðan verða tvey umfør bundin frá rættuni, eitt umfar við oliven og eitt umfar við hvítum.

Á ranguni:

  1. umfar: Litur 1B: 1 kant-eyga *kasta um, tak 1 eyga rangt av (t.v.s. tráðurin liggur framman), bint umkastið (frá síðsta umfari) eygað rætt saman*. Bint frá *-* til tað eru 2eygu eftir á stokkinum, kasta um, tak 1 rangt eyga av, 1 kant-eyga.
  2. umfar: Litur 1A: 1 kant-eyga *Bint umkastið (frá síðsta umfari) eygað rangt saman, tak 1 eyga rangt av, kasta um* Bint frá *-* til tað eru 2 eygu eftir á stokkinum, tak 1 eyga rangt av, 1 kant-eyga.

Á rættuni:

  1. umfar: Litur 1B: 1 kant-eyga *lat tráðin liggja framman, tak 1 eyga rangt av, kasta um, bint eygað og umkastið (frá síðsta umfari) rangt saman*. Bint fra *-* til tað eru 2 eygu eftir á stokkinum, tak 1 eyga rangt av, kasta um, bint kant-eygað.

  1. umfar: Litur 1A: 1 kant-eyga *bint umkastið (frá síðsta umfari) og eygað rætt saman, kasta um, tak 1 eyga rangt av* Bint frá *-* til tað eru 2 eygu eftir á stokkinum, bint umkastið (frá síðsta umfari) eygað rætt saman, bint kant-eygað.