Fyri eini viku síðani gjørdi hann bart í finaluni í donsku Melodi Grand Prix kappingini, og mánadagin vitjar hann á torginum í SMS. Tað avdúkar SMS í tíðindaskrivi í dag.
– Reiley, sum nógv tónleikakøn meta hevur góðar møguleikar í altjóða Euro Vision finaluni í Liverpool í mai við sanginum “Breaking my heart”, gleðir seg eisini at sleppa á pall í Føroyum, og vit í SMS eru sera glað fyri at geva Føroya fólki møguleika at hoyra føroysku stjørnina í heimbýnum hjá sær, siga umboð fyri SMS.
Tað verður nú mánadagin 20. Februar klokkan 16.30, at Reiley fer á pallin á Torginum í SMS at framføra tveir sangir, men fyrst fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða Melodi Grand Prix vinnaranum og øllum øðrum vælkomnum.
Eftir framførsluna verður tað eisini møguleiki at fáa bæði eina autograf og eina selfie við Reiley.