
Tað er næstan blivin siðvenja, at 8. mars er spennandi tiltak, í samband við kvinnudagin, á skrá í Mentanarhúsinum í Fuglafjarðar kommunu, og í ár er einki undantak. Við heitinum ”Kvinnan í Líkningini” verður borðreitt við kjaki, skemti og tónleiki í Fuglafirði leygarkvøldið.
Rønn Eliasen er mentanarleiðiari í Fuglafjarðar kommunu, og hon heldur, at 8. mars enn er ein stríðsdagaur, sum vit skulu minnast til at halda.
– Altjóða kvinnudagurin kastar ljós á rættindi hjá kvinnum. Í 1916 høvdu føroyskar kvinnur á fyrsta sinnið rætt at velja til eitt løgtingsval. Í dag er 8. mars kanska einamest ein stríðsdagur, sum ger upp við normativu virðini í samfelagnum. Men 8. mars er sanniliga eisini ein hátíðardagaur, har kvinnur runt um allan heim hátíðarhalda búskaparligu, politisku og sosialu málini, sum eru rokkin á javnstøðuleið.
Hvør er søgan handan 8. mars tiltakið í Fuglafirði, sum nú hevur verið í fleiri ár?
– Eg hevði ábyrgd av at skipa tiltikna kvinnutiltakið hjá Kvinnu á sinni. Tá eg byrjaði í starvi sum mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu í 2016, var tað eitt av mínum hjartamálum at seta sjóneykuna á rættindi hjá kvinnum. Kasta ljós á politisk, sosial og búskaparlig mál og vunnin rættindi. Altjóða kvinnudagurin var eitt av fleiri samfelagsviðkomandi tiltøkum. Óansæð hvar eg hugdi, vóru tað kvinnurnar, ið gingu undan og slóaðu fyri at bøta um umstøður og trivna hjá øllum borgarum. Fuglafjørður hevur ikki gingið undan innan javnstøðuøkið, og hetta vildi eg broyta, tí ein modernaður býur hugsar burðardygt, eisini tá umræður javnstøðu. Tá í 2016, vóru ikki eins nógv tiltøk á altjóða kvinnudegnum sum vit síggja í dag, langt frá. Vit vildu kasta ljós á dagin aftur, og tað hava vit sanniliga gjørt við hjálp frá kvinnum úr øllum Føroyum, hava vit viðgjørt samtíðar-mál sum hava havt stóran samfelagsligan týdning. Og so var 2016 jú eisini 100 ára feiran av valrætti hjá kvinnum í Føroyum.
Hvat er tað í ár, sum vit kunnu gleða okkum til at uppliva í Fuglafirði?
Í ár kalla vit tiltakið: Kvinnan í Líkningini. Í fylgi støddfrøðini er ein líkning ein staðfesting av, at tvær síðir eru eins stórar. Ein fínur metaforur fyri javnstøðu. Vit kunnu ikki taka kvinnuna úr líkningini og fáa rætt úrslit. Tað ber heilt einfalt ikki til. Hetta letur seg ikki gera, hvørki sosialt búskaparliga ella politiskt. Tá tað er sagt, so liva vit í heilt serligum tíðum. Ótryggleiki, kríggj og inflatión ávirka okkum øll. Ungu kvinnurnar seta møguliga spurnartekin við, um tær vilja hava børn í hesum tíðum og barnatalið er lækkandi. Høgu prísirnir kunnu eisini viðvirka sum parametur til, at børn verða vald frá. Og politiskar avgerðir á javnstøðuøkinum kunnu hava somu ávirkan. Hví skulu kvinnur lastast fyri at seta børn í verðina? Lægri løn, lægri eftirløn og væntandi møguleikar til karrieru. Okkara samfelag tørvar hvønn einstakan av okkum fyri at raðfesta vælferð, tí mugu vit loyva okkum at tosa um hesi viðurskiftir eisini við vanda fyri at vit tosa um Exit Føroyar.
Prát, matur og gott lag
Leygarkvøldið 8. mars kl. 17.30 letur Mentanarhúsið upp og har fara Systrar at hava støkk upp café við løttum bitum og smakkgóðum dropum. Og unga foto-listakvinnan úr Klaksvík, Bjørg Elttør, sum lesur í Týsklandi, hevur framsýningina ‘Trá(ð)leysir nalvastreingir’.
Á skránni hetta leygarkvøldið í Fuglafirði er tónleikur við Anniku Hoydal, skemt við Elisu Vang og sofaprát við kjaki. Ársins Brita verður eisini kosin - Brita er eitt heiti, sum vit hervið ognartaka við týdninginum, at hon er ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.
Fyrsta sofaprátið hevur heitið ‘Er móðurskapur eitt frítt val?’
Her tosar Óluva Zachariasen við listakvinnuna Bjørg Elttør, og síðani koma Rigmor R. Dam, søgufrøðingur og Maria Jørðdal, prestur, við í prátið um hetta at velja børn til ella frá, frá einum listarligum, søguligum og eksistentiellum perspektivi.
Annað sofaprátið hevur heitið ‘Hví skulu vit tíma at fáa okkum børn? Her tosar Óluva Zachariasen við Maluna Johansen, stjóra í Landsbankanum, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, Gudny Vang, fyrrv. býráðspolitikkara í Fuglafirði.
Demokratia skipar fyri ókeypis bussi, sum koyrir úr Havn gjøgnum tunnilin til Fuglafjarðar, áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt.