Rørandi og nógv rósti leikurin “Upphav” fer á rundferð kring landið
Tíðindi
Rørandi og nógv rósti leikurin “Upphav” fer á rundferð kring landið
Upphav er um skaðadagin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá tveir útróðrabátar ganga burtur, og ellivu menn sjólátast
Eftir: Kvinnu 12.02.2026

Vælvitjaði og nógv rósti einkonuleikurin Upphav fer á rundferð kring alt landið í vár. Fleiri bygdir fáa vitjan av leikinum, og danski høvuðsstaðurin fær eisini sína vitjan.

 

Einrøðuleikurin eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard hevði frumframførslu í Norðurlandahúsinum í heyst og spældi har í góða viku. Útselt til allar sýningarnar. Ummælini vóru serdeilis góð, og fleiri áskoðarar løgdu hugleiðingar, tankar og viðmæli á sosialar miðlar aftan á leiklok, umframt í práti eftir sýningarnar. Leikurin rørdi tey. Her var ein leikur úr okkara egna jørðildi, um okkara egnu søgu og samleika úr eini ikki so fjarari fortíð, tá náttúran setti sína ófrávíkiligu treyt fyri lívsgrundarlagið úti í Hesti eins væl og øðrum bygdum í Føroyum. Upphav er um skaðadagin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá tveir útróðrabátar ganga burtur, og ellivu menn sjólátast. Upphav fortelur okkum søguna um gerandislív og kor í Hesti hetta tíðarskeiðið - søguna um menn, kvinnur og børn, sum sorgbitin fóta sær eftir syndarligu bátsvanlukkurnar. Upphav er um ommu Gunnvá Zachariasen, Óluvu, sum misti pápa sín hendan vanlukkudagin, 6 ára gomul. Við hesi søgu vilja TVAZZ og Leikhús SKIFT fagna okkara formøðrum og í takksemi seta ein minnisvarða fyri teimum.

 

Frá fiskahúsi til leikhús
Leikferðin kring landið byrjar við framførslum í Fiskahúsinum í Hesti. Tað er gamla fiskahúsið hjá Johannes Juul Niclasen, sum nú verður karmur um sorgarsøguna úr Hesti. Sýningar verða vikuskiftið 20. – 22. februar í Fiskahúsinum ella bara “Húsinum” sum tað vanliga varð kallað av hestfólki, tá fiskavirksemi var har bróðurpartin av farnu øld. Í 1921 - einans tvey ár eftir vanlukkuna - varð felagið H.J.N. stovnað í Hesti, sum tók ímóti fiski frá útróðrarbátum. Bæði saltfiskur, ræstur fiskur og flakatoskur var hagreiddur í Húsinum og útfluttur. Arbeiði var til fleiri hendur ígjøgnum fleiri áratíggju. Flestu børn í Hesti munnu hava arbeitt fyri sín fyrsta lønarseðil í Húsinum um kvøldarnar, eftir at útróðrarbátarnar høvdu lagt fiskin upp. Leikarin í Upphav, Gunnvá Zachariasen, fór eisini til arbeiðis í Húsinum sum barn og fekk lønina útgoldna um handilsdiskin hjá Johannes Juul, sum hevði handilin í bygdini til eina ferð síðst í 1980’unum.

 

Rundferð í Føroyum í vár…
Umframt framførslur í Hesti verður Upphav sýndur í Nólsoy, Klaksvík, Gøtugjógv, Tvøroyri, Kvívík, Húsavík, Saltangará, Fuglafirði, Strondum, Vestmanna, Eiði og Miðvági. Nær og hvar framførslurnar verða, er at finna á atgongumerki.fo, har billettir eisini verða seldar. Kanska leggjast fleiri støð aftrat rundferðini.

 

... og ein túr til Keypmannahavnar
Eins og fiskurin í sínari tíð varð útfluttur úr Hesti til útlondini, eitt nú til danska høvuðsstaðin, so verður leiklistin nú eisini útflutt. Keypmannahavn fær vitjan av Upphavi í eina heila viku í mars. Á altjóða kvinnudegnum 8. mars verður leikurin framførdur á Teater FÅR 302, sum er eitt lítið og intimt leikhús, sum - hóskandi fyri Upphav - liggur tætt við sjógv og bátar í hjartanum av Nýhavnini. Eitt leikhús, sum hýsir nýskrivaðum dramatikki, og sum bjóðar sín pall til fríyrkisbólkar úr Danmark og úr hinum Norðanlondum og sum ber orð fyri at tora at fortelja stórar søgur við broddi, nýskapan og at viðgera samtíðar viðurskifti ígjøgnum leiklistina. Nú fáa føroyskir útisetar í Danmark, eins væl og onnur høvi at uppliva føroyska leiklist á føroyskum máli við enskum undirteksti. Framførslur verða á faar302.dk frá sunnudegnum 8. mars og til og við leygardagin 14. mars. Síðani halda vit áfram við Føroyaferðini, sum fyribils endar 7. mai í Listastovuni í Miðvági.

 

Fýra kvinnur standa aftan fyri UPPHAV
Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen

Leikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard

Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð

Visual artist: Silje Grimstad úr Noregi

Leikurin varð tilevnaður summarið 2025 úti í Hesti og í eini skúlastovu í Hoydølum, har Listafólkasambandið hevur hølir, sum listafólk kunnu leiga í longri og stytri tíðarskeið. Anna Katrin Ø. Egilsstrøði gjørdi ljóðupptøkur m.a. í kirkjuni í Hesti, Eiði og í Vík og eisini í kappróðrabátinum Risanum av Eiði. Upprunatankin við leikverkinum er, at tað skal kunna spælast at kalla allastaðni. Tí fegnast vit um, at rundferðin fer so mikið víða, at fleiri støð í Føroyum kunnu uppliva leikin. Fleiri fyrispurningar eru komir frá bygdafeløgum kring landið, og royna vit at ganga øllum hesum á møti.

 

 

20 ár við leikbólkunum TVAZZ og Leikhús SKIFT
Leikbólkarnir  Tvazz og Leikhús SKIFT hava framleitt leikverkið. Báðir eru fríyrkisbólkar, sum í ár hava 20 ár á baki. Tískil er rundferðin kring landið við Upphav eisini eitt 20 ára føðingardagshátíðarhald. Sjónleikararnir Marita S. Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen byrjaðu sína yrkisleið síðst í 1990’unum, meðan tær enn gingu á sjónleikaraskúla við at tulka stuttsøgur eftir William Heinesen og ferðast í Føroyum og í Danmark við teimum, eitt nú søgan um Balladen om Bøledrengen, Don Juan fra Tranhuset og Syndefaldet. Samstarvið hevur altíð verið har við jøvnum millumbili millum leikkonurnar báðar, nú í samstarvi við hvør sínum bólki, sum í ár hava 20 ára føðingardag og sum í ár fingu - sum fyrstu fríyrkisleikbólkar nakrantíð - fasta játtan á Løgtingsfíggjarlógini saman við Teatur Grugg.

 

 

Sýningarlistin:

20. 21. 22. feb. Fiskahúsið í Hesti

24. feb. Royndarhúsið í Nólsoy

27. feb. Neystið hjá Klaksvíkar Róðrafelag í Klaksvík

1. mars Losjan-Glotti við Gøtugjógv

8.-14. mars Teater FÅR 302 í Keypmannahavn

21. mars SALT í Suðuroy

25. mars Skúlin í Kvívík

27. mars Sólarris í Húsavík

29. mars Gula Smiðja í Saltangará

11. apríl Mentanarhúsið í Fuglafirði

12. apríl Stranda Bio á Strondum

15. apríl Vestmanna

18. apríl Kolsholl í Eiði

7. mai Listastovan í Miðvági