Ruth Vang væntar betri kvinnuumboðan í landsstýrinum
Tíðindi
Ruth Vang væntar betri kvinnuumboðan í landsstýrinum
– Eg rokni við, og eg eri sannførd um, at tað verður ein onnur mynd, enn hon vit nú hava sæð. Tað fari eg sum einasta forkvinnan eisini at gera mítt til, sigur Ruth Vang, sum í gjárkvøldið fekk 981 persónligar atkvøður.
Eftir: Anniku Kunoy Im Mynd: Amy Hansen 09.12.2022

Einasti føroyski flokkurin við kvinnuligum forfólki, Framsókn, fekk eitt gott val í gjár. Flokkurin fekk tríggjar tingsessir og 7,5 prosent av atkvøðunum. Hetta er fyrstu ferð, at forkvinnan í Framsókn, Ruth Vang, varð vald á ting – og hon kom flúgvandi inn við sínum 981 atkvøðum, sum eru 716 fleiri enn til seinasta løgtingsval, tá hon fekk 265 persónligar atkvøður.

– Eg eri sera væl nøgd við mítt úrslit. Tað var so nógv betri, enn eg hevði torað at vónað. Tað er eisini fantastiskt, at flokkurin fekk ein tingsess aftrat – hetta hevur verið ein felags innsatsur, sigur Ruth Vang við Kvinnu.

Spurd, hví hon heldur, at flokkurin kláraði seg munandi betur í gjár í mun til undanfarin val, sigur hon, at ein av orsøkunum kann vera, at tað eru fleiri veljarar, sum ikki kenna seg aftur í konservativa politikkinum á høgravonginum, sum hevur manglað eitt liberalt alternativ.

Eg eri sera væl nøgd við mítt úrslit. Tað var so nógv betri, enn eg hevði torað at vónað.

Javnstøðan haltar
Ásetingin í javnstøðulógini sigur, at tað í minsta lagi skulu vera 40 prosent av hvørjum kyni umboðað á uppstillingarlistunum – og tað megnaðu teir sjey flokkarnir akkurát at lúka við eini kvinnuumboðan á 40,2 prosent. So gott sóu tølini tó ikki út, tá samanteljingin var liðug í gjárkvøldið, tí hóast úrslitið varð, at tíggju kvinnur fingu tingsess, og hóast tað eru tvær fleiri enn til seinasta løgtingval, tá átta kvinnur vórðu valdar, skulu vit ikki longur aftur enn til næstseinasta løgtingsval í 2015 fyri at finna sama úrslit, tí tá vórðu eisini tíggju kvinnur valdar á ting.

Nú eru 30,3 prosent av nýggja løgtinginum kvinnur.

– Framgongdin er ikki so stór, sum vit høvdu vónað, sigur forkvinnan í Demokratia, Kristina Gry Berg, við KVF.

Hon sigur eisini, at stríðið um javnari kynsumboðan í politikki krevur áræði og áhaldni, og at javnstøða ikki kemur av sær sjálvari.

Stríðið um javnari kynsumboðan í politikki krevur áræði og áhaldni

Hesum tekur Ruth Vang undir við, og hon sigur, at hon vildi ynskt, tað stóð betri til í mun til javnstøðu í tingmanningini. Men hon fegnast samstundis um, at innvaldu kvinnurnar fingu góð persónlig val.

Spurd, hvussu hon væntar, at javnstøðan fer at síggja út í landsstýrinum og í komandi nevndum, sigur hon, at hon væntar ein munandi bata.

– Eg rokni við, og eg eri sannførd um, at tað verður ein onnur mynd, enn hon vit nú hava sæð. Tað fari eg - sum einasta forkvinna - eisini at gera mítt til, sigur hon.

Hetta eru nýggju løgtingskvinnurnar:

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A)

Eyðdis Hartmann Niclasen (B)

Ingilín D. Strøm (C)

Eyðgunn Samuelsen (C)

Margit Stórá (C)

Bjørt Samuelsen (E)

Sirið Stenberg (E)

Hervør Pálsdóttir (E)

Annika Olsen (E)

Ruth Vang (F)

Eyðdis Hartmann Niclasen, Margit Stórá og Ruth Vang eru nývaldar.




Viðkomandi greinar