Sæla lýsir evni eingin tosar um
Tíðindi
Sæla lýsir evni eingin tosar um
Nú verður nógv umrøddi filmurin, Sæla, frumframsýndur. Filmurin lýsir eitt evni, sum er tabu, ið ongantíð áður er viðgjørt hvørki á skrift ella á filmi herheima. Fólkini handan Sælu vóna, at filmurin fer at skapa eitt alment kjak um ein trupulleika, ið eingin tosar um.
Eftir: Kvinnu 05.01.2023

Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey útum mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

Mikið kjak tók seg upp eftir at landsstýrismaðurin við mentamálum noktaði at veita stuðul til filmsverkætlanina, hóast filmsráðgevarar mæltu til at játta stuðul. Nú verður møguleiki hjá áskoðarum sjálvi at meta um filmin, sum varð kolldømdur orsaka av kynsligum innihaldi.

Sæla, ið Katrin Joensen-Næs leikstjórnar, lýsir eitt evni, sum er tabu, ið ongantíð áður er viðgjørt hvørki á skrift ella á filmi herheima. Fólkini handan Sælu vóna, at filmurin fer at skapa eitt alment kjak um ein trupulleika, ið eingin tosar um.

Ingun í Skrivarastovu hevur framleitt filmin. Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Ebba Malena Debess Thomsen og Edvin H. Niclasen.

Filmurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum 14. januar kl. 18:00. Til ber at keypa atgongumerki á www.nlh.fo. Aldursmarkið er 15 ár.