Sálarlig menning í fokus: Nú kanst tú taka psykoterapeut útbúgving í Føroyum
Tíðindi
Sálarlig menning í fokus: Nú kanst tú taka psykoterapeut útbúgving í Føroyum
Vit hyggja nærri at útbúgvingini, og lata nakrar av teimum, sum longu hava tikið hana, siga frá teirra upplivingum
Eftir: Anniku Kunoy Im / Greinin er gjørd í samstarvi við Systemisk Institut for Familieterapi 21.12.2025

Í 2026 verður tað møguligt at taka eina fulla psykoterapeutútbúgving í Havn ígjøgnum Systemisk Institut for Familieterapi (SIF). Stovnurin hevur í meira enn trý áratíggju útbúgvið psykoterapeutar, leiðarar og aðrar fakbólkar í Danmark og er í dag viðurkendur sum eitt av teimum mest royndu og góðskutryggjaðu lestrarumhvørvum í Danmark.

 

SIF er ein góðkendur stovnur, ið arbeiðir eftir strongum fakligum og etiskum krøvum og á hvørjum ári skjalfestir dygdina á teirra útbúgvingunum. Í 2025 gjøgnumførdi stovnurin fyrsta umfar av einari metingartilgongd, sum hevur til endamáls at seta framhaldspartin av útbúgvingini á masterstøði 7 undir donsku førleikakarmunum.

 

Ein útbúgving, har faklig dygd møtir menniskjaligum hita
SIF er kent fyri at sameina høga fakliga dygd við eitt trygt og opið lestrarumhvørvi. Undirvísingin byggir á systemiska og narrativa teori og verður stuðlað av millum annað traumafatan, menningarsálarfrøði, kenslufokuseraðari terapi og Imago. Lesandi fáa tí ein stóran og brúkiligan fakligan amboðskassa. Samstundis uppliva nógv, at SIF er eitt stað, har rúm er fyri at vera menniskja í lestrartilgongdini.

 

– Eg upplivdi eitt lestrarumhvørvi, har faklig dýpd og hiti gingu hond í hond. Tað gav mær dirvi at menna meg bæði fakliga og persónliga, sigur ein fyrrverandi næmingur.

 

Ein stovnur við greiðum standardum
Hóast undirvísingin er nærverandi og praksisrættað, eru krøvini og málini í útbúgvingini greitt lýst. Við einari útbúgving í psykoterapi frá SIF veður tú latin fakliga í til at arbeiða professionelt við bæði einstøkum klientum, pørum og familjum - og til at navigera trygt í fløktum samrøðum og relatiónum.

 

Sum góðkendur lærdómsstovnur arbeiðir SIF við greiðum málum, leypandi eftirmetingum og undirvísarum við fleiri ára royndum og høgari fakligari dygd.

 

SIF stendur eisini fyri psykoterapeutútbúgvingini í Grønlandi, sum er partur av landins fíggjarlóg. Har hevur stovnurin bygt upp drúgvar royndir við at útbúgva terapeutar í tvørmentanarligum og samfelagsliga fløktum umhvørvum – royndir, sum nú verða nýttar í arbeiðinum í Føroyum.

 

 

Ein útbúgving við breiðum nýtslumøguleikum
Útbúgvingin er viðkomandi fyri fakfólk og onnur, ið arbeiða við menniskjum, relatiónum og menningartilgongdum – uttan mun til, um málið er at gerast psykoterapeutur og limur í Psykoterapeutfelagnum (MPF) ella at styrkja førleikarnar í eini øðrum professionellum høpi.

Eftir lokna útbúgving ber millum annað til at:

• arbeiða sjálvstøðugt sum psykoterapeutur MPF
• styrkja fakligu tilgongdina innan sosial-, heilsu- og útbúgvingargeiran
• nýta framkomnar samrøðu- og relatiónsførleikar í leiðslu og HR
• arbeiða við ráðgeving, menning og tvørfakligum samstarvi
• fáa djúpari innlit í seg sjálvan og onnur

Útbúgvingin fer fram á donskum og er skipað sum 4 x 5 dagar um árið, soleiðis at hon kann sameinast við fulltíðararbeiði.

 

Ein professionell útbúgving, sum eisini ger persónligan mun
Fleiri lesandi lýsa útbúgvingina sum eina fakliga íløgu, ið samstundis ger ein týðandi persónligan mun.

 

– Eg meldaði meg til fyri at fáa faklig amboð. men eg fekk eisini eina meira fjølbroytta fatan av mær sjálvum og teimum menniskjunum, eg arbeiði við, sigur ein fyrrverandi næmingur.

 

– Hetta hevur ikki bara verið ein terapeutisk útbúgving, men ein máti at vera í heiminum uppá, sigur ein annar næmingur og leggur síðan afturat:

– Eg síggi menniskju og relatiónir á ein heilt nýggjan hátt, og eg brúki mína vitan hvønn dag, bæði í arbeiði og privat. Tað hevur gjørt ein veruligan mun.

 

Les meira

Á SIF-udd.dk kanst tú finna upplýsingar um:

• krøv um upptøku
• prísir og lestrargongd
• modulir
• førleikar hjá undirvísingartoyminum

Um tú leitar eftir eini útbúgving, har faklig dygd og menniskjalig menning ganga hond í hond – og sum nú verður boðin út í Tórshavn – er psykoterapeutútbúgvingin hjá SIF eitt sterkt og álítandi val.

 

Modulini fyrsta árið verða hesar dagarnar:
1: 29. apríl – 3. mai, 2026
2: 20. – 24. september, 2026
3: 17. – 21. november, 2026
4: 24. – 28. februar, 2027

 

Kunnandi fundur verður hildin gjøgnum netið 14. januar kl. 17