Sanna Bæk Hoydal hevur høvuðsleiklut í nýggjari heimildarrøð á DR3
Tíðindi
Sanna Bæk Hoydal hevur høvuðsleiklut í nýggjari heimildarrøð á DR3
Í næstum verður nýggj heimildarrøð send á DR3, sum vísir lívið á donskum tónleikaeftirskúla. Føroyska Sanna Bæk Hoydal hevur ein av høvuðsleiklutunum.
01.06.2021

Í Danmark ganga fleiri enn 30.000 ung á eftirskúla beint nú. Talið er hægri enn nakrantíð fyrr.

Leikstjórin Thora Lorentzen hevur gjørt heimildarrøðina Efterskolen, sum fylgir ungdómi, sum byrjaðu á tónleikaeftirskúlanum í Klejtrup í 2019.

Røðin snýr seg um tey ungu, sum koma í nýggjan skúla og finna nýggj vinaløg. Hetta árið á eftirskúla var eisini serstakt orsakað av koronufarstóttini, sum elvdi til, at næmingarnir vóru sendir heim, og uttanlandsferðin varð avlýst.

Ein av høvuðsleikarunum er føroyska Sanna Bæk Hoydal, tónleikari. Hinir høvuðsleikararnir í røðini eru Marius, Sofus, Sofie Marie, Jarl og Vanessa. Í røðini verður ljós varpað á ymiskt, sum tey ungu hava at stríðast við, so sum eitt fjarforhold, hjartasorg, happing og loyniligt forelskilsi. Onnur stríðast við keðiligar umstøður í heiminum, sálarligar avbjóðingar, vantandi integratión, brek og annað.

Nýggja røðin Efterskolen er í seks pørtum og verður víst á DR sunnudagin 13. juni, tá eftirskúlar eisini fara at vísa røðina.