Sigrun Gunnarsdóttir:  Lívið sæst aftur í málningunum
Tíðindi

Sigrun Gunnarsdóttir: Lívið sæst aftur í málningunum

Hon byrjaði við 13 fermetrum í kjallaranum. Í dag eigur hon 80 fermetrar í egnum atelieri. “Vit kvinnur mugu arbeiða harðari fyri at fáa viðurkenningina,” heldur 70-ára gamla Sigrun Gunnarsdóttir, sum framvegis trívist best við penslinum í hondini. Vit hitta Sigruna til eitt prát um listina og arbeiðslívið.
Eftir: Jóna Ólavsdóttir / Myndir: Amy Hansen 14.01.2021

Hóast tað er hásummar, er tað illfýsið henda hósmorgunin, sum eg havi avtalað at hitta listakvinnuna á Eiði. Eg skal heilt niðan í Koll, sum tað eitur á Eiði, og við endan á næstovastu gøtu í bygdini finni eg atelierið. Sjálvstøðugt stendur tað undir liðini á húsinum, har Sigrun Gunnarsdóttir og maðurin, Tordur Niclasen, búgva. Eg skundi mær undan veðrinum inn um hurðina á atelierinum, har ein heimur av litum býður mær vælkomnari. “Góðan morgun” sigur hon so lítillátin. Í einum violettum fleecejakka og ljósareyðum buksum. Og í sítt stuttklipta gráa hár hevur hon fingið reyðar strípur, sum rigga til reyðu brillurnar. “Anna gjørdi tað,” sigur hon mestsum umberandi. Anna er frisørdama í bygdini, og eg skilji, at Anna kanska hevur gjørt hárið, men Sigrun hevur kortini verið við upp á tað. Tí hóast eyðmjúku útstrálingina, so síggi eg eina kvinnu við sjálvsáliti. Sum hevur torað at verið hon. Og sum ikki hevur verið bangin fyri at royna aðrar leiðir enn tær, sum vanligt var hjá kvinnum í bygdini tá á døgum.

Av Eiði út í heim

Atelierið er ljóst og rúmligt, og gjøgnum stóru vindeyguni sæst stórfingna náttúran beint uttanfyri. Tú sært heilt oman á Mølina, har ein lítil bygd av familjum í kampingvognum hevur hildið til alt summarið. Inni í atelierinum er friðarligt. Allir veggirnir eru fullir av málningum, og málingin er ikki tornað á tí nýggjasta. Sigrun Gunnarsdóttir trívist væl í síni egnu samveru.

- Eg byrji dagin millum 6 og 7 við at lesa í Bíbliuni. So fari eg túr við hundunum rundan um vatnið, fái mær morgunmat og so fari eg út í atelierið. Eg havi tað best, um eg eri hvønn dag í atelierinum, greiðir Sigrun frá.

Sigruni dámar best at arbeiða við fleiri málningum í senn, so hon ikki keðir seg. Av tí sama standa fleiri hálvlidnir málningar bæði á staffelinum, rundan um og fram við vegginum. Tað sæst, at tað er gongd í maskinarínum.

- Inni her, geri eg, sum eg vil. Her bestemmar eingin uttan eg, sigur hon.

Arbeiðsdagarnir hjá Sigruni eru tó ikki bara í atelierinum á Eiði. Listagávurnar hava borið hana langt út í heim - bæði til Tokyo og New York. Og uppgávurnar eru fjølbroyttar. Seinastu árini hevur Sigrun millum annað arbeitt við at prýða eina trappuuppgongd á Glasi, Frítíðarheimið á Gásamýru, kirkjuna á Selatrað og skúlan á Eiði. Í løtuni arbeiðir hon við at gera málningar til nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum skulu kunna lænast inn á stovurnar, so at veggirnir ikki eru ov hvítir. Harafturat er eitt filmslið í ferð við at gera ein dokumentarfilm um listakvinnuna.

Tá fór eg at brúka súmbol í myndunum. Fuglin, liljuna og eingilin. Smá súmbol í tí stóru myndini. Eg skilti tá, at lívið kundi vera so stutt, og ein prosess fór í gongd innan í mær. Tað fekk meg at gera tað, sum eg hevði hug til, og at leggja minni í, hvat onnur hildu, og tað sæst aftur, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Baklandið hevur alt at siga

Sigrun Gunnarsdóttir hevur búð á Eiði størsta partin av lívinum. Hon vaks upp í einum heimi, sum var merkt av tolsemi og viðurkenning fyri hvør øðrum. Abbi hennara, Niels Kruse, var kendur listamálari, og Sigrun fann tíðliga útav, at tað somuleiðis lá væl fyri hjá sær at tekna og mála. Alt tað, hon kann minnast, hevur hon ætlað sær at blivið listafólk, og sum 21 ára gomul gjørdi hon av at fara á tekniskúla á Glyptotekinum í Keypmannahavn. Tvey ár seinni slapp hon inn á Det Kongelige Danske Kunstakademi, og so var lívsleiðin løgd.

- Lívið valdi tað fyri meg, kann eg siga. Tað var nokkso óvanligt, at kvinnurnar fóru uttanlands at lesa, og tað var eisini óvanligt at blíva listafólk. Men tað var eingin, sum helt, at eg átti at gjørt okkurt annað. Foreldrini stuðlaðu mær í tí, sum eg hevði hug til, og tað respekteri eg tey fyri. Og mamma var eisini glað, at gekk í fótasporunum hjá pápa hennara, Niels Kruse, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Tá ið Sigrun hevði gingið í seks ár á Kunstakademinum, møtti hon manninum, Tordi Niclasen úr Sørvági. Tey giftust, fingu trý børn og búsettust seinni aftur á Eiði. Hetta við at hava tollyndi og tí eisini góðtaka valið hjá tí einstaka, hava tey eisini víst børnunum. Tí var tað eingin trupulleiki, at dóttirin, Maria Jørðdal Niclasen, gjørdist prestur, hóast tey hoyra til brøðrasamkomuna. Somuleiðis hava hon og maðurin altíð stuðlað hvørjum øðrum á lívsleiðini.

- Eg havi stuðlað honum í tí politiska, og hann hevur stuðlað mær í tí listaliga. Hann skeyt upp, at vit fingu okkum arbeiðsgentu, so eg kundi brúka tíðina til at mála. Og tá eg umhugsaði at fara at arbeiða á flakavirkinum, eggjaði hann mær til at halda fast og brúka útbúgvingina, sum eg hevði fingið. Baklandið hevur verið í ordan, og tað hevur alt at siga. So fært tú breitt veingirnar út, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Lívið sum listakvinna

Sum so mangar aðrar kennir Sigrun eisini til avbjóðingina við mongu leiklutum kvinnunnar. Hóast hon tók eina langa útbúgving, legði hon málingaamboðini eitt sindur til síðis ta fyrstu tíðina, meðan børnini vóru smá. Tað var trupult bæði at vera mamma, kona og listafólk. Tá húsini vóru bygd, gjørdu tey eitt 13 fermetra stórt atelier í kjallaranum.

- Tordur spurdi meg, um tað ikki var ov lítið, men tað helt eg ikki. Tað var nokk til mín, helt eg. Atelierið, sum eg nú havi, er 80 fermetrar. Tað fortelur kanska, at eg eri eitt sindur broytt. Tað kundi saktans verið hundrað, greiðir hon flennandi frá og leggur afturat:

- Kanska er tað, tí at álitið á meg sjálva er blivið størri. Og kanska er tað, tí at eg eri konufólk. Eg rokni ikki við, at ein maður hevði hugsað so. Hann hevði fingið sær stórt atelier beinanvegin, sigur hon eitt sindur skemtandi.

Sigrun heldur, at kvinnurnar í dag eru meiri frígjørdar, enn tær vóru, tá hon átti smábørn.

- Eg helt bara, at tað var mín uppgáva at passa hús og børn, og eg hugsaði ongantíð, at fíggjarstøðan skuldi vera treytað av mær. Sjálvt um eg hevði havt fínar framsýningar áðrenn við kendum listafólki, har eg seldi nógv, greiðir hon frá.

Leingi føldi hon, at tað var skeivt av sær at gera málningarnar til eina søluvøru. Hon helt, at almenna fatanin var, at málningar var nakað, sum tú bara gjørdi, og so kundi onkur keypa teir, um tey vóru áhugað.

- Eg haldi kortini, at eiðisfólk hava havt stóra virðing fyri mínum arbeiði. Eg minnist, tá eg hevði mína fyrstu framsýning í bygdini, at tað komu so nógv fólk, og fleiri eldri konur komu til mín og eggjaðu mær til at gera meira við tað. Tað var so stuttligt, minnist hon afturá.

Men sum heild heldur hon, at tað er munur á viðurkenningini hjá monnum og kvinnum á hesi yrkisleiðini.

- Viðurkenningin eigur ikki at vera neyðug. Fyrst mást tú hvíla í tær sjálvari og ikki leggja í, hvat onnur halda. Men tá tað er sagt, so haldi eg, at menninir hava fingið meiri viðurkenning enn kvinnurnar í listaverðini. Men tað nyttar einki at seta seg niður at gráta. Vit mugu bara arbeiða tað harðari, sigur Sigrun.

Lívið broytir teg

Málningarnir hjá Sigruni Gunnarsdóttir eru eyðkendir. Hon málar ítøkiligar myndir, ofta við menniskjum og súmbolum, og hon heldur seg ikki aftur við at brúka sterkar litir. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Sum heilt ung málaði hon ofta landslag ella føroysk myndevni, so sum útróður, og litirnir vóru myrkari fyrr.

- Lívið broytir teg. Og tað sæst aftur í málningunum, greiðir Sigrun frá. Eg spyrji hana, um tað eru serligar hendingar í lívinum, sum hava havt ávirkan á listina. Hon skal bara hugsa eina lítla løtu, áðrenn hon svarar, at tað, at hon í 1995 misti svigarinnuna, setti síni spor.

- Tá fór eg at brúka súmbol í myndunum. Fuglin, liljuna og eingilin. Smá súmbol í tí stóru myndini. Eg skilti tá, at lívið kundi vera so stutt, og ein prosess fór í gongd innan í mær. Tað fekk meg at gera tað, sum eg hevði hug til, og at leggja minni í, hvat onnur hildu, og tað sæst aftur, sigur Sigrun Gunnarsdóttir.

Sum listafólk letur tú onnur fáa eitt innlit í tankarnar, sum tú sýnir fram gjøgnum tað, sum tú avrikar. Sigrun Gunnarsdóttir heldur, at tað tí helst skal síggjast aftur í listini, hvar tú ert í lívinum. Á nýggjastu løriftunum hevur hon millum annað málað smábørn, storkar og Grønland. Og tað hevur sína frágreiðing.

- Eg eri akkurát blivin omma fyri fyrstu ferð sum 70 ára gomul. Øll trý børnini gjørdust foreldur fyri fyrstu ferð um ársskiftið. Ein sonur býr í Grønlandi, og ta ommudóttrina hevði eg gleði av at síggja, tá hon var bert 5 dagar gomul, hini bæði havi eg tíbetur rundan um meg, greiðir Sigrun Gunnarsdóttir frá.

Hon vónar, at hon hóast aldurin sleppur at síggja ommubørnini vaksa til.Sum listafólk letur tú onnur fáa eitt innlit í tankarnar, sum tú sýnir fram gjøgnum tað, sum tú avrikar. Sigrun Gunnarsdóttir heldur, at tað tí helst skal síggjast aftur í listini, hvar tú ert í lívinum. Á nýggjastu løriftunum hevur hon millum annað málað smábørn, storkar og Grønland. Og tað hevur sína frágreiðing.

Tað er einki, sum eitur pensjón

Tað eru 49 ár, síðan Sigrun Gunnarsdóttir fór til Danmarkar at læra seg at mála. Men hóast hon í dag er blivin 70 ára gomul, hevur hon ongar ætlanir um at gevast.

- Tá tú ert listafólk, so fert tú ikki upp á pensjón, sigur hon og heldur fram:

- Tú mást arbeiða, meðan dagur er. Eg arbeiði so leingi, sum eg orki, og enn orki eg ordiliga væl, greiðir hon frá.

Sigrun hevur fleiri bílagdar uppgávur í álmanakkanum, men hon roynir kortini ikki at taka ov nógv á seg nú, tí hon vil eisini eiga tíð til ommubørnini.

- Eg dugi ov illa at siga nei, men eg royni at læra meg tað. Tað er eitt luksusproblem, sigur Sigrun Gunnarsdóttir smílandi. Hon reisist úr sofuni og fer yvir aftur til staffeliið, har hon trívist allarbest.




Viðkomandi greinar