Silja Strøm hevur ein altjóða dám
Tíðindi

Silja Strøm hevur ein altjóða dám

Tvey av verkunum hjá Silju Strøm eru komin at hanga í Listasavni Føroya. - Hon hevur nakað av Matisse og David Hockney yvir sínum verkum, sum eg haldi vera spennandi. Hon er ein listakvinna, ið er verd at halda eyga við.
Eftir: Eilen Anthoniussen / Mynd Listasavn Føroya 27.08.2020

- Silja Strøm er ein spennandi listakvinna, sum eg havi havt í kikaranum leingi. Hon býr uttanlands og arbeiðir á altjóða pallum. Eg havi lagt merki til, at vit ikki áttu nakað verk av henni í goymsluni, og tað helt eg vera stórt spell. Nú hava vit so funnið pengar til tað, og tað eri eg sera fegin um.

Soleiðis sigur Karina Lykke Grand, stóri fyri Listasavn Føroya.

Í tíðindastubba í dag kunngerð Listasavnið, at tveir av málningunum hjá Silju Strøm eru komnir at hanga í føstu framsýningini hjá savninum. Umframt at Listasavn Føroya hevur keypt tað eina verkið, hevur Listafelag Føroya keypt eitt verk, sum eisini kemur at hanga í føstu framsýningini á Listasavninum. Seinastu tíðina eru broytingar gjørdar í føstu framsýningini á savninum, sum gera, at verkini hjá Silju passa perfekt inn.

- Silja arbeiðir nógv við kroppinum sum myndevni, og tí passar hon væl inn í okkara framsýning um kroppin. Verkið, vit hava keypt, lýsir kvinnur í ymsum aldri, og hevur nógva kraft í sær. Tað var heilt einfalt keypt og klárt at hanga upp.

Karina leggur afturat, at við broytingunum, tey hava gjørt í føstu framsýningini, hava er talið av kvinnuligum listafólki tvífaldað.

Er tað eitt tilvitað val, at tit hava valt at javna út kynsbýtið í føstu framsýningini?

- Tað er bæði tilvitað og tiltrongt. Vit ynskja at sýna tað besta av tí besta fram, og millum tey bestu eru nógv verk í goymsluni eftir kvinnulig listafólk. Eisini síggja vit eitt javnari býti í mun til aldurin á listafólkum, ið eru umboðað.

Karina Lykke Grand er fegin um keypið av báðum verkunum, ið nú eru komin at hanga í Listasavni Føroya.

- Silja Strøm hevur ein altjóða dám yvir sær. Hon hevur nakað av Matisse og David Hockney yvir sínum verkum, sum eg haldi vera spennandi. Hon er ein listakvinna, ið er verd at halda eyga við, og sum listasavn hava vit fokus á at umboða okkara egnu listafólk.




Viðkomandi greinar