Sinnisbati Ung brýtur tøgnina við nýggjum poddvarpi
- Tað er sera umráðandi, at vit fáa skapt eitt rúm í almenna rúminum, ið loyvir okkum at tosa um tabu’iseraði evnir - ófiltrað. Við at gera okkara egna poddvarp, kunnu vit miðla tað út, ið vit hava hug til, uttan at skula hugsa um, hvørt evnið er ‘borðbært’ ella ikki. Vit eru avsendarar, og ígjøgnin poddvarpið kunnu vit tosa opið og frítt um tað, ið vit vita er týdningarmikið. Nógv greinsking vísur, at tey ungu stríðast meira við sálarligar avbjóðingar nú enn áður, og við “Tøgnini” skapa vit eitt forum, ið loyvir fólki at vera sárbær og seta orð á - opið og alment, heldur enn fjalt í krókunum, greiða tær báðar frá.
“Tøgnin” hevur verið ávegis í langa tíð, og tað var í byrjanini av koronatíðini, at hugskotið kom.
- Vit tosaðu um ymsar møguleikar, og valdu so poddvarpið sum miðil - m.a. tí, at poddvarpið er ‘in’ í løtuni, og tí at vit við hesum miðli eisini røkka yngra ættarliðnum. Tað góða við poddvarpinum er, at tú kanst lurta og hugsavna teg - samstundis sum tú gert onnur ting. Og tú kanst trýsta á pausu og lurta, júst tá ið tað passar tær. Á hendan hátt hóskar ‘poddurin’ seg væl inn í okkara skundmikla gerandisdag.
- Í byrjanini hugsaðu vit, at “Tøgnin” skuldi upplýsa og breiða vitan út um sálarsjúku og diagnosur. Men tað stóð okkum skjótt greitt, at evnini vóru ov “klinisk” og einstáttað í mun til poddvarp, ið serliga er ætlað ungum. Tí eru vit nú komnar fram til eina meira fjølbroytta skrá, ið fevnir meira breitt, og sum viðger m.a. kynslív, kynsidentitet og kenslur, siga tær báðar.
Fyrsti partur av "Tøgnini", sum var sendur í gjár, snúði seg um ung og sálarheilsu. Tosað var m.a. um, hvussu ung kunnu læra meira um seg sjálvi og sítt egna kenslulív.
- Vit ynskja, at tey ungu skulu læra at merkja sínar kenslur - og tora at merkja sínar kenslur, heldur enn at skúgva tær til viks og pakka tær burtur.
Tað serliga við okkara poddvarpið er, at tað inniheldur yrkislig sjónarmið, samstundis sum tað eisini eru ung, ið greiða frá ymsum evnum og upplivingum. Tað er sera týdningarmikið, at tey ungu eru við til at seta og svara spurningum, og at tey eisini seta dagsskránna. Vit vilja tosa við tey ungu, heldur enn at tosa um tey ungu.
- Sinnisbati Ung er nú stovnað sum felag, og við ungmannafelagnum røkka vit longri út, og fáa betur møguleika fyri at møta teimum ungu, har ið tey eru. Tey ungu, ið eru partur av okkara virksemi, eru góð til at varpa ljós á aktuellar problematikkir, og møta øðrum ungum í eygnahædd - eisini teimum við sálarligum avbjóðingum.
Ætlanin er at leggja nýtt tilfar út aðruhvørja viku. Til ber at finna "Tøgn" á Spotify og Soundcloud.