
Hvussu kennist tað at vera partur av fyrstu føroysku sjónvarpsrøðini?
– Tað var stórt, tí tá vit innspældu, vórðu vit fleiri ferðir mint á, at hetta var søguligt. Røðin er kul, men samstundis var tað fyrstu ferð, at hetta hendi. Eg var ómetaliga takksom fyri, at eg slapp at taka lut í tí – serliga tí eg ikki eri útbúgvin sjónleikari.
– Tá eg fekk bjóðað leiklutin, varð eg uppringd dagin fyri, at eg skuldi møta. Eg búgvi, arbeiði og lesi sálarfrøði í Keypmannahavn, so mátti skunda mær at fáa alt at ganga upp og vita, um eg ikki kundi fáa lesnaðin og arbeiði við mær til Føroya og orna tað gjøgnum netið. Tað gekk. Eg fekk arbeiðs- teldu og telefon við, og so skrivaði eg bachelorritgerð og hevði fundir á Zoom. Vit høvdu møtiskyldu viðhvørt, og tá mátti eg av og á tendra kameraði á telduni millum upptøkurnar fyri at vísa, at eg var har, so eg ikki fekk fráveru. Síðani sløkti eg, og tók senur upp til Trom fyri síðani at tendra aftur... men brennir tú fyri at sleppa at luttaka í onkrum, so fært tú tað at rigga.
Tú lesur sálarfrøði, hvussu hongur tað saman við sjónleikinum?
– Sálarfrøðin og sjónleikurin útilukka als ikki hvønn annan. Í veruleikanum ganga tey hond í hond, haldi eg, tí sjónleikurin hevur hjálpt mær nógv innan sálarfrøðina, og somuleiðis hevur sálarfrøðin hjálpt mær nógv, tá eg havi spælt sjónleik. Tá tú spælir sjónleik, setir tú teg í støðuna hjá øðrum menniskjum, og tá hjálpir tað avgjørt at kenna til menniskjað, sálarheilsu og psykuna. Við ta bakgrundini skilji eg støður, persónarnir eg spæli, eru í. Somuleiðis eru ofta intensar støður, tá tú arbeiðir sum sálarfrøðingur, og tá kann verða hent at duga at spæla, at tú orkar og rúmar tí, sum tú stendur í uttan at vísa, at tað er hart hjá tær.
– Eg elski sjónleik, og eg fái bjóðað leiklutir av og á. Eru leiklutirnir áhugaverdir, so fái eg tað at ganga upp við lesnaði og arbeiði. Tað er so feitt at sleppa at liva seg inn í onnur lív. Tú lærir so nógv um teg sjálva og um heimin. Tað er eisini gott samanhald og góðar upplivingar í sjónleikaumhvørvinum – á ein øðrvísi hátt, enn tað er á einum vanligum arbeiðsplássi.
Í Trom spælir tú Jenny Mikkelsen. Hvør er hon?
– Jenny er ein ung kvinna, sum hevur eina Ph.D. í havlívfrøði. Jenny dámar væl tryggleika, og fyri tað allar mesta passar hon seg sjálva. Hon er loyal. Henni dámar, at tingini eru forútsigilig, men hevur tú tørv á hjálp, er hon har. Kemur tú at kenna hana, hevur tú eina vikonu fyri lívið. Sonja og Jenny eru góðar fyri hvørja aðra, tí Sonja hjálpir Jenny at traðka út um sína ‘comfort zone’. Sonja doyr, og Jenny hevur hjálpt henni at fáa upplýsingar, og tí kennir hon eina skuldarkenslu yvir lagnuna hjá Sonju, og hon gevur sær sjálvari skyldina. Tá Hannis Martinsson síðani hevur tørv á hjálp, skríggjar alt í Jenny, at hon vil ikki hjálpa. Hon vil passa sítt arbeiði og hava sína dagligu gongd, men samstundis skyldar hon Sonju at fáa tað uppklárað. Men hon vaksur eisini nógv, verður meir sjálvvís og finnur útav, at tað er ókey at traðka út um mørk av og á, og at tað nokk skal ganga kortini. Jenny er eisini í djúpari sorg, og hevði Hannis ikki sett seg í samband við hana, hevði hon óivað farið inn í seg sjálva. Hannis og hon eru sunn fyri hvønn annan, tí gjøgnum teirra relatión lærir hann eisini, at tað er ókey at lata seg upp fyri øðrum og biðja um hjálp.
Navn: Sissal Drews Hjaltalin
Aldur: 25 ár
Útbúgving: Tekur kandidatútbúgving í sálarfrøði
Bústaður: Keypmannahavn
Starv: Kreppuráðgevi hjá Prescriba
Hvussu var at síggja teg sjálva á skíggjanum í Trom?
– Tað haldi eg altíð er ræðuligt. Tað er, sum at hoyra eina upptøku av tíni egnu rødd og hugsa:-ljóði eg soleiðis? Og so eru ymiskir vinklar, sum eg ikki havi sæð meg sjálva í. Tá eg spældi leiklutin, visti eg, at tað var Jenny, men tá eg síggi skíggjan, síggi eg meg sjálva. Satt at siga havi eg ikki hugt ordiligt enn. Eg sá fyrstu tveir partarnar til eitt premierutiltak, og í hinum partunum havi eg spolað senurnar, sum eg eri við í. Men eg má hyggja ordiligt aftur um nøkur ár.
Hvussu var at spæla saman við teimum kendu sjónleikarunum?
– Tað var so stuttligt. Fyrsta dagin vit tóku upp, var ein sena á keiini í Gøtu, har eg skuldi spæla saman við Ulrich Thomsen. Eg skuldi tosa við hann, og eg hugdi upp á mannin, men eg visti ikki, hvat eg skuldi siga. Eg havi ongantíð fyrr roynt, at eg havi gloymt tað, sum eg skal siga. Men tá eg hevði gjørt tann feilin, sum eg var allarmest bangin fyri at gera, so kundi tað bara blíva betur.
– Eg og Ulrich brúktu nógva tíð saman, tí vit spældu so nógv saman. Hann hevur nógvar royndir, sum hann væl tímur at luta við onnur, og hann gav góðar og viðkomamndi afturmeldingar. Bæði hann og Maria Rich vóru fantastisk at sparra við, tá eg var í iva um okkurt. Maria Rich hevði eisini alla familjuna hjá sær við til Føroya, og eg hitti tey øll. Korona herjaði eisini júst tá, og tí varð skipað fyri innanhýsis tiltøkum og veitslum. Alt hetta gjørdi, at vit komu at kenna hvønn annan á ein øðrvísi hátt, og tá røðin var av, vóru tey ikki bara kendir sjónelikarar longur.
Visti tú?
Sissal forelskaði seg í sjónleiki, tá hon byrjaði at ganga til sjónleik í Dramaverkstaðnum sum 11 ára gomul. Hon fekk ikki nokk av tí, og hóast tað ikki var loyvt tá, byrjaði hon til sjónleik í Sjónleikahúsinum eisini. Tað mátti hon tó halda hemmiligt, og onkuntíð kom karambolaga í, tá hon skuldi framføra við báðum bólkunum samstundis.
Síðani mentist filmsumhvørvið í Føroyum, og Sissal var fyri fyrstu ferð við í einum stuttfilmi í 2014. Sjálv sigur hon, at hon var ómetaliga nervøs tá, tí leikluturin hon spældi var órein, og hon visti ikki, hvussu tað fór at verða móttikið.
Tá upptøkurnar til Trom vóru av, byrjaði Sissal upp á nýggju ungdóms sjónvarpsrøðina ‘Ingen vej tilbage’ sum Andrias Høgenni hevur gjørt til DRTV. Røðin kemur út 18. mars 2022
Tú kennir møguliga Sissal úr:
- Ikki illa meint (2018)
- Grillpølser i måneskin (2021)