Gerandisdagurin hjá mongum er merktur av høgari ferð. Men eisini í summarfrítíðini er gott at kunna fáa eina lætta og góða máltíð á við á vegnum. Kanska fert tú ein túr við vinkonunum, eina útferð við børnunum ella út í føroysku náttúruna.
Og heilt erligt, so er hugurin ella tíðin til at gera matpakkan heimanífrá, ikki altíð har.
Við nýggju matloysnunum á matarskránni hjá Magn ber til at steðga á vegnum og fáa sær eina góða og mettandi máltíð. Soleiðis sleppur tú undan at fyrireika matin frammanundan og kanst heldur njóta túrin saman við teimum, tú ert saman við.
Men skjótur matur noyðist ikki at vera tað sama sum ósunnur matur.
– Hetta eru skjótar, sunnari, proteinríkar og fiburríkar matloysnir, sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur, sum hevur ment uppskriftirnar fyri Magn.
Matur, ið hóskar til fólk á ferð
Millum nýggju valmøguleikarnar eru tvær Gómin salatir, sum Snorri Patursson hevur ment í samstarvi við Magn. Onnur er við bjølgmeti og kili, og hin er við høsnarunga og pesto. Báðar salatirnar eru nýgjørdar, mettandi og proteinríkar. Á matarskránni finnur tú eisini mettandi langbreyð, sum hóska væl til døgurðasteðgin, biltúrin ella sum ein skjót máltíð á ferð. Hevur tú ikki nátt morgunmatinum, eru eisini grovir tebollar og grovt toast millum møguleikarnar.
Endamálið er, at tað skal vera lætt og freistandi at velja eina máltíð, sum bæði smakkar væl og gevur kroppinum góða føðslu - bæði tá ið tú hevur ein skundmiklan arbeiðsdag, ella tá ið summardagurin verður tikin, sum hann kemur.
Smakkurin skal vera í miðdeplinum
Smakkurin hevur verið ein týðandi partur av menningini av nýggju valmøguleikunum á matarskránni. Málið hjá Magn hevur verið at bjóða valmøguleikar, sum bæði metta og smakka væl. Maturin verður gjørdur sama morgun og er tí frískur og klárur at taka við, tá ið leiðin gongur fram við eina Magn støð.
Tá ið nógv er at gera er hent at kunna steðga á og fáa eina góða og mettandi máltíð við sær. Hetta hevur Magn gjørt lættari við nýggju valmøguleikunum á matarskránni.
