Smúkkur seta bróstini í fokus
Tíðindi
Smúkkur seta bróstini í fokus
– Eg vóni sjálvandi, at mítt íkast kann gera sítt til at varpa ljós á herviligu sjúkuna, sum rakar eina av tíggju kvinnum í Føroyum, sigur sniðgevin
Eftir: Anniku Kunoy Im 30.09.2022

Í oktober varpa vit ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandi hevur STEINUM sniðgivið oyralokkar og armband í samstarvi við Krabbameinsfelagið.

Eg vildi gjarna royna at raka breitt við hesum sniðunum, so eg legði meg eftir tí einfalda, sum eg helt, at nógvar ymiskar kvinnur í ymiskum aldri kundu fáa gleði av

– Eg havi sniðgivið ein perlu-armring í ymiskum ljósareyðum litum og ymiskum mynstursamansetingum og eisini einar oyralokkar, har ein perlukúla, gjørd av nógvum smáum perlum, hongur í einum størri silvur ella gullittum ringi, greiðir Jóhanna av Steinum, sniðgevi, frá.

– Eg vildi gjarna royna at raka breitt við hesum sniðunum, so eg legði meg eftir tí einfalda, sum eg helt, at nógvar ymiskar kvinnur í ymiskum aldri kundu fáa gleði av. Tí havi eg eisini valt at brúka ymiskar ljósareyðar litir til at klæða ymiskum húðarlitum.

Armbond og oyralokkar eru framleidd av kvinnum í Ukraina, sum vanliga framleiða fyri STEINUM.

Bróstkrabbi er íðuligasti krabbameinsformur hjá kvinnum og rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum.

– Eg vil sjálvandi vera við til at stuðla stóra arbeiðinum, sum Krabbameinsfelagið ger, og samstundis er tað eisini ein stuttlig uppgáva at sleppa at gera. Eg vóni sjálvandi at mítt íkast kann gera sítt til at varpa ljós á herviligu sjúkuna, sum rakar eina av tíggju kvinnum í Føroyum, sigur sniðgevin.

Sølan byrjar mánadagin 3. oktober í Ullvøruhúsinum í Havn, Tjaldurs apoteki, apotekinum í Steinatúni, apotekinum í Runavík, apotekinum í Klaksvík og á apotekinum á Tvøroyri. Kostnaður fyri armband er kr. 275,- og oyralokkarnir kosta kr. 250,- fyri parið.