Matur savnar okkum, skapar hugnaligar løtur og kær minni saman við teimum, vit eru góð við. Tað vita vit.
Her á Kvinnu-redaktiónini elska vit at tosa um mat, gera mat, royna mat og at koma saman um mat. Tað er við hesi mat-passiónini í skjáttini, at vit enn eina ferð stoltar kunnu vísa tykkum á úrslitið, nú vit hava nørdast í uppskriftum í fleiri vikur, og triðja útgáva av fittliga bókasininum, Søtt & Salt, er útkomið.
Søtt & Salt 3 er fylt við eini rúgvu av góðum, vælsmakkandi og snotiligum uppskriftum. Ja, heili 100 síður av reinari matgleði.
Keyp Søtt & Salt her!
Hvussu smakkar ræst kjøt við øli og rótfruktum? Hvussu við hini keksa-kakuni, vit altíð ótu fyrr, kann hon gerast í nýggjum hami? Hvussu við eini vegetargrýtu við linsum til kjøtfríu dagarnar? Ella kanska 11 síður bara um pitsu?
Bókasinið er pakkað við øllum hesum og nógv, nógv meiri aftrat. Og umframt góðar uppskriftir finnur tú eisini spennandi og inspirerandi greinar um mat- gleði og mentan. Matur er nevniliga ikki bara føðsla. Matur er ein ferðaseðil til gleðisløtur, uppdaging og kendar og ókendar mentanir.
Manglar tær hugskot til gerandisdagin, bindiklubban, føðingardagin ella til jóla? Her er hópin av íblástri til tín og tíni - líkamikið, hvat høvið er.
Væl gagnist!
Kvinna
Bára, Annika, Maria, Elin og Tóra