Søtt & Salt: Nýtt bókasin við uppskriftum
Tíðindi
Søtt & Salt: Nýtt bókasin við uppskriftum
100 síður við matuppskriftum og áhugaverdum lesnaði um matgleði og metmentan. Okkara bóksain Søtt & Salt er í handlunum í dag. Kanska ársins kalendaragáva ella jólagáva?
Eftir: Kvinnu 08.12.2022

Í nýggja Søtt & Salt bókasininum fagna tí góða smakkinum og matgleðini. Søtt & Salt er fylt við einari ørgrynnu av uppskriftum, samrøðum um mat og spennandi lesnaði um matmentan.

Hvussu gevur tú føroysku lambsrullupylsuni ein serliga góðan smakk, hvussu brúkar tú súru sitrónina í søtum bakstri, og hvussu kanst tú royna nýggjar leiðir við litføgrum íblástri frá koreanska køkinum? 

Seinastu mánaðirnar hevur skrivstovan hjá okkum verið full av matbløðum, matbókum og ikki minst mati, tí vit hava smakkað, tikið myndir og tosað um mat. Tað er sonn matgleði – og hon smittar. Matur savnar okkum, skapar hugnaligar løtur og kær minni saman við teimum, vit eru góð við – og matur fær okkum mangan at kjakast um smakk, útsjónd, siðvenjur og konsistens.

Her er íblástur til bæði bindiklubbahugnan, vinkonuborðhaldið, gerandisdagin, sjálvtøkuborðið og heimliga føðingardagin.

Søtt & Salt fæst til keyps í matvøruhandlum og kaffistovum kring landið - kann eisini bíleggjast er!