Sofie Linde við keðiligum tíðindum
Tíðindi
Sofie Linde við keðiligum tíðindum
Sofie Linde hevur starvast sum vertur á danska X Factor síðani 2016, men nú takkar hon fyri seg
Eftir: Anniku Kunoy Im / Mynd TV2 01.02.2023
Sofie Linde hevur verið vertur á danska X-Factor síðani 2016, men hetta verður seinasta sesongin við henni sum verti - fyrst á DR og síðani á TV2. Tað skrivar hon sjálv á Instagram vanga sínum.
Sofie Linde tók í 2016 yvir sum vertur eftir Evu Harlou.

– Eftir hesa sesongina av X Factor havi eg valt, at stafettin sum vertur skal latast onkrum øðrum. Tó at tað ikki hevur verið nøkur løtt avgerð, so kennist tað rætt - og eitt sindur spennandi - í búkinum, skrivar Sofie Linde á Instagram.

Eg minnist týðiliga várdagin fyri nú fleiri árum síðani, tá Jan Lundme (undirhaldsstjóri á DR, red.) fangaði meg undir metrostøðini við DR Byen og segði mær, at eg slapp at vera vertur á X Factor, skrivar hon eisini og sigur, at starvið sum vertur var ein barnadreymur.

Enn er óvist, hvør fær stafettina sum vertur eftir Sofie Linde.