
Tíðindi
Soleiðis fært tú tín gávuposa til ársins Kvinnurenning
Komandi leygardag verður Kvinnurenningin, og frá hósdegnum ber til at heinta gávuposan.
Leygardagin 21. mai verður stóra Kvinnurenningin 2022 á Tórsbreyt, og vit gleða okkum. Nú nærkast av álvara, og frá hósdegnum ber til at heinta gávuposan og renniklæðini.
Klaksvík/Pakeringsøkið millum FK og Effo
Hósdagin 19 mai frá kl. 15-18
Tvøroyri/Parkeringsøkið millum Betri og Strandferðsluna
Hósdagin 19. mai frá kl. 11.30-13.30
Tórshavn/Smyrilsvegur 13
Hósdagin 19. mai kl. 12-18
Fríggjadagin 20. mai kl. 12-19
Leygardag 21. mai kl. 10-13
Hevur tú ikki meldað til enn? So ber til at melda til á Smyrilsvegi 13, tá vit deila posar út.