Soleiðis skipa vit gerandisdagin undir verkfallinum
Tíðindi
Soleiðis skipa vit gerandisdagin undir verkfallinum
Vit hava spurt tykkum mammur, hvussu tit skipa gerandisdagin, nú námsfrøðingarnir eru í verkfalli, og dagstovnarnir harvið ikki hava opið. Vit hava savnað nøkur av svarunum her.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Savnsmynd 17.06.2021

Nú verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag hevur verið í eina slaka arbeiðsviku, hava vit spurt tykkum lesararar, hvussu tit skipa gerandisdagin, nú dagstovnarnir ikki hava opið.

Vit hava savnað nøkur av svarunum niðanfyri. Gjøgnumgangandi er, at loysnirnar eru tær somu: Foreldur, sum býta dagarnar millum sín, hjálp frá ommum og abbum, familju og øðrum foreldrum, børn við til arbeiðis - og ikki minst skiljandi arbeiðsgevarar.

Á redaktiónini merkist verkfallið eisini, og vit hava ongan dag í vikuni verið fullmannaðar. Hjá okkum eru loysnirnar tær júst tær somu, sum hjá tykkum lesarum. Á Instagram hjá Kvinnu, kanst tú síggja verkfalsdagbókina hjá Anniku Kunoy Im, journalisti á Kvinnu.

--

Hvussu skipa tit gerandisdagin undir verkfallinum? 
1:
"Vit eru nakrar mammur, sum deilast um at hava børnini, so tað er so hugnaligt."

2: 
"Eg eri í barsil, so vit eru heppin uppá tan mátan. Eg eri heima við trimum børnum, sum eru millum 4 mðr og 7 ár."

3: 
"Vit taka ein dag í part. Okkara ommur og abbar arbeiða, so vit mugu bíta í tað súra og skiftast um at vera heima. Arbeiðsgevararnir eru tíbetur í somu støðu og skiljandi. Men økonomiskt er hetta ein stoytur."

4:

"Eg havi eina dóttir, sum er 7 ár. Hon kemur á arbeiðsplássið hjá onkrum av okkum, tá hon fær frí úr skúla. Ítróttur og spæliavtalur hjálpa væl til seinnapart. Tvs. í komandi viku verður tað eyka avbjóðandi, tí tá fer skúlin eisini í summarfrí.

Hin dótturin er 4 ár. Har skiftast vit sum foreldur og gera avtalu við foreldrini hjá vinkonuni hjá dóttrini og royna sum frægast at hjálpa hvørjum øðrum.

Eg trúgvi, børnini fara at droyma um perlur og litblýantar næstu næturnar."

5: 
"Eg eri í verkfalli, so okkara børn eru heima hjá mær."

6: 
"Foreldur, systkin, verforeldur hjálpa til. Men tað er ikki lætt."

7: 
"Eg arbeiði frá 8-16, og sjeikurin arbeiðir frá 16-24. Gleði meg at síggja hann aftur :)"

8:
"Eg eri ein omma, sum ansi eftir mínum ommubørnum, nú verkfallið er."

9: 
"Børnini eru við til arbeiðis. Fantastiskt, at man kann hava tann møguleikan."