Soleiðis tosar tú við títt barn um tilburðin við Christian Eriksen
Tíðindi
Soleiðis tosar tú við títt barn um tilburðin við Christian Eriksen
Nógv børn fylgdu við í sjónvarpinum, tá Danmark og Finlands spældu EM-dyst í Parkini leygardagin og sóu skelkandi hendingina, tá ið Christian Eriksen small um á vøllinum við einum hjartatilburði. Her eru nøkur góð ráð til, hvussu tú tosar við títt barn um tað, sum hendi.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Savnsmynd 16.06.2021

Tað skuldi verða ein veitsludagur, men endaði heilt øðrvísi, enn nakar hevði kunnað ímyndað sær, tá ið Danmark og Finland spældu EM-dyst í Parkini farna leygardag.

Umframt vaksin vóru tað eisini nógv børn, sum sóu stjørnuleikaran hjá Danmark, Christian Eriksen, smella um við einum hjartatilburði mitt undir dystinum.

TV2 Sport hevur tosað við Idu Hilario Jønsson, sum er barnafakligur ráðgevi á Børnetelefonen.

Hon heldur, at tað er eitt gott hugskot at hyggja eftir næsta komandi dystinum hjá Danmark, sum verður leiktur í morgin, hósdagin, saman við børnunum.

Ida kemur við nøkrum góðum ráðunum, sum annars kunnu lesast í fullari longd á heimasíðuni hjá TV2.

1: Sissa títt barn. Tosa við tað um tað, sum hendi, við nøkrum grundleggjandi upplýsingum og vón. Fortel, at Christian Eriksen er á sjúkrahúsinum, og at hann hevur fingið tað betri.

2: Lurta eftir stúranunum. Tað er týdningarmikið, at børnini kenna, at tey kunnu koma til tín við spurningum.

3: Slepp undan ov nógvum upplýsingum. Finn røttu javnvágina, tí tað er ikki neyðugt, at barnið fær ov nógv at vita. Samstundis skal tað vita nóg mikið til, at tey ikki fara at ímynda, hvat er hent, tí tey vita ov lítið.

4: Hugsa um aldurin. Er barnið undir skúlaaldur, er ikki vist, at tað skilir, at tilburðurin var nakað, tú kanst doyggja av. Hav í huga, hvussu gamalt barnið er, og hvat tað hevur tørv á at fáa at vita.