Soleiðis varð forsíðan til – samrøða við listakvinnuna
Tíðindi
Soleiðis varð forsíðan til – samrøða við listakvinnuna
Listakvinnan handan forsíðuna greiðir frá, hvussu hon fangar bæði jólaresið og hugnan á myndini – og hví tað jú ofta er mitt í kaosinum, at vit minnast til takksemið
Eftir: Anniku Kunoy Im 20.12.2025

Forsíðan á Kvinnu, sum liggur og prýðir handilshilllar kring landið, er heilt serstøk í ár. Hetta er fyrstu ferð, at Kvinna hevur eitt listaverk sum forsíðu á henda hátt. Tað er Armgarð Absalonsen, grafikari hjá Kvinnu (í farloyvi), sum hevur málað. Vit hava fingið orðið á Armgarð, og her greiðir hon frá sínum tankum handan vøkru og serstøku forsíðuna. 

 

Hvørja mynd ella kenslu hevði tú í høvdinum, tá tú fórst í gongd við at mála forsíðuna?

Um jólini hava vit nógv um at vera, tað kann kennast strævið, tí vit skulu virkuliga náa nógv, og høgtíðin kann tí ofta verða stressandi. Hóast hetta, so hevði eg eina kenslu av takksemi fyri at hava onkran at resa fyri, tá eg málaði myndina. Umhvørvið á myndini er hugnaligt, og kvinnan er glað – ja, glað fyri tað og tey, hon hevur í lívinum.

 

Á forsíðuni síggja vit eina kvinnu við fullum hondum – hon ber til dømis eitt jólatræ, ein posa við vørum, hevur eitt barn at leiða og ein hund eisini. Hvat ímyndar hendan myndin fyri teg?

Tað, at kvinnan fer til gongu við einum jólatræi er jú órealistiskt, tí tað høvdu vit ikki gjørt. Kortini, so seta vit okkum ofta órealistisk mál, miðja ímóti teimum – onkuntíð eydnast tað, og onkuntíð eydnast tað ikki. Men tað, at hon ber jólatræið á handan hátt, ímyndar jú, at hon er sterk og megnar tað, hon skal, hóast hon hevur nógv annað at hugsa um – eg føli ofta sjálv, at eg havi nógv at bera, tá ið eg fari út. Eg havi sjálv fýra børn og ein hund, og eg velji ofta at fara til gongu, tá vit fara út, tí mær dámar at práta við børnini, meðan vit ganga. Onkuntíð havi eg eina súkklu og onkuntíð ein vogn at leggja tingini á, og hóast eg bert ætli mær at keypa eitt ella tvey ting, so endar tað jú ofta við, at eg orni fleiri onnur ting samstunds, og so klári eg næstan ikki at fáa alt heim. Tað sær sikkurt alvorliga rokaligt út, tá ið eg komi gangandi soleiðis við børnum, hundi og øllum tingunum.

 

Var tað umráðandi fyri teg at vísa hesa javnvágina millum resið og heimliga friðin?

Jólini í Føroyum eru sum heild ógvuliga hugnaligt. Vit mugu minnast til at njóta friðin, tá vit fara út at keypa hesar gávurnar í øllum resinum, leggja merki til, hvussu vakurt tað er pyntað í býnum og hjá fólki. Vit eiga eitt vakurt land. Tað kann kennast magiskt hesa tíðina, serliga tá tað kavar. Eg vildi eisini vísa á hendan friðin og vakurleikan rundanum okkum – bæði í relatiónunum og í tí, vit síggja.

 


Forsíðan á JólaKvinnu 2025, sum Armgarð Absalonsen hevur málað

 

Eru tað ávísir smálutir á forsíðuni, sum hava serliga nógv at siga fyri teg persónliga?

Eg vendi við vilja høvdið á kvinnuni móti barninum, og tí smílist hon. Tað er barnið, sum er umráðandi fyri hana. Eg teknaði eisini ein kross í vindeygað við kvinnuna, sum tekin uppá, hví vit halda jól, og smáfuglarnar í trøunum tók eg við, tí mær dámar so væl tankan um, at smáfuglarnir eisini skulu hava tað gott – vit skulu øll hava tað gott. Stoppskeltið á myndini er eisini ordiliga tilvitað, og við tí vildi eg vísa á týdningin av at steðga á. Tá ið eg teknaði hesa tekningina, var húsið fult av fólki. Vit høvdu nógvar gestir, og tað var eitt sindur rokaligt rundanum meg, hóast tað var hugnaligt. Tí kom eg til at tekna hávatenninar skeivan veg, og tá eg legði tað til merkis eina løtu seinni, so hugsaði eg, at tað eisini gav ordiliga góða meining sum súmbol - tí at soleiðis er lívið ofta. 

Hvat vónar tú, at lesarin følir ella hugsar, tá hon sær forsíðuna fyrstu ferð?

Ætlanin var, at hetta var ein jólalig og hondteknað mynd. Eg vóni, at lesarin kennir seg aftur, smílist og hugsar, at hóast tað er rokaligt, er tað heimligt og gott.