Soleiðis verður rennidagurin 18. mai
Tíðindi
Soleiðis verður rennidagurin 18. mai
Endiliga er tíðin komin til ársins Kvinnurenning - vit hava glett okkum! Tvey ár, har vit hava runiið hvør sær, men nú er tíð at hittast aftur til ein hugnaligan dag í Havn. Her er skráin.
Eftir: 15.05.2024

Skrá

Kvinnurenning 2024, leygardagin 18. mai, klokkan 15.00

14.40-14.50 - møta á Tórsbreyt

15.00 - Vælkomin + Upphiting við Ann frá Bragdinum. Vit byrja stundisliga kl. 15.00

15.00 - Renningin verður skotin í gongd - tær sum renna 5 km fara fyrst avstað, og so fara tær, sum fara 3,8 km túrin.

15.35-17.00 - Myndatøka á Vaglinum - fari endiliga í kø til myndatøku so skjótt tit eru á málinum.

Uml. kl. 16.15 - Byrjar hugnin á Vaglinum - lutakastið er metstórt í ár.

17.00 - Vit runda av og takka fyri í ár.

Vertur: Svanna Hentze í Gong

Myndir frá degnum koma út á facebook-vangan hjá Kvinnu 18/19. mai.




Viðkomandi greinar