Trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi, har ferðin ofta er høg við nógvum tíðarfreistum? Ert tú ágrýtin, fyrikomandi og tekur ábyrgd? So vóna vit at hoyra frá tær!
Vit leita eftir einum dugnaligum og drivnum sølufólki, sum heldur tað vera spennandi og avbjóðandi at arbeiða við sølu og marknaðarføring, brennir fyri og megnar at menna tilfar til sosialar miðlar og dámar væl at fáast við at samskipa ymisk tiltøk.
UM STARVIÐ
Sum sølu og marknaðarfólk ert tú ein partur av toyminum á Kvinnu/TAÐ. Tú ráðgevur og selur lýsingar til kundar, tað eru lýsingar til blaðið, heimasíðuna, sosialar miðlar og poddvarp. Eisini ert tú við til at menna nýggj hugskot, lýsingar og marknaðarføring. Umframt tað, fert tú at arbeiða við tiltøkum so sum Kvinnurenningini. Og so er samskipan, hugskotsmenning og framleiðsla av tilfari til sosialar miðlar eisini ein av kjarnuuppgávunum.
TÚ …
Hevur sans fyri sølu og dugir væl at selja
Tekur ábyrgd og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt
Ert ósmæðin og dugir væl at orða teg í talu og skrift
Vilt menna og styrkja tínar førleikar innan sølu
Dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
Arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
Ert nýhugsandi og skilir, hvat góð marknaðarføring kann
Hevur koyrikort
Arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
Fylgir við rákum á sosialum miðlum
Hevur evni til at klippa video og taka myndir við telefon
VIT BJÓÐA TÆR
Vit bjóða eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum og óhátíðarligum umhvørvi, har tað ofta gongur skjótt, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis. Tú fært ávirkan, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti til bæði stórar og smáar uppgávur.
UM OKKUM
Á Kvinnu framleiða vit viðkomandi og spennandi tilfar av alskins slagi, vit gera magasin, bókasin, bøkur, heimasíðutilfar, poddvarp, innihald til sosialar miðlar og ymiskt annað. Á samskiftisfyritøkuni TAÐ hjálpa vit kundum við øllum møguligum spennandi tingum, sum fevna um alt frá grafiskum uppgávum til tekst, strategi, hugskotsmenning, ráðgeving og framleiðslu. Her keða vit okkum ongantíð, men vit hava altíð tíð til góð prát og flenn.
UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi 19. okt.
Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: kvinna@kvinna.fo
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt starv millum 25-35 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til Tóru Effersøe Mortensen, stjóra, á 230700 ella tora@kvinna.fo