Í ár er talið av bókum á leið 360 - tað vil siga 360 ymiskir titlar, harav ein triðingur eru upprunaligar føroyskar bøkur.
Ein stórur partur av tí, sum er komið út hesi seinastu árini av skaldsøgum, krimi, stuttsøgum og yrkingum er við. Bunkin av yrkisbókum er eisini trivaligur. Bygdasøgur, ævisøgur, siðsøgur, bøkur um ítrótt, námsfrøði og andalig viðurskifti liggja lið um lið við nógvar aðrar.
Og sum altíð eru eisini ein hópur av barnabókum, talið er hesa ferð einar 140 við evnum, sum fevna breitt: alt frá fittum myndabókum til ræðubøkurnar, sum finnast millum ungdómsbøkurnar.
Tað eru Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum skipa fyri bókaútsøluni, sum er frá 9. – 25. apríl. Rit&Rák, Gamli Bókhandil í Havn og Bókabúðin í Runavík hava bókaútsøluna.