Stóra summarKvinna er endiliga komin - og tú fært hesa ferð 2 bløð fyri sama prís
Tíðindi
Stóra summarKvinna er endiliga komin - og tú fært hesa ferð 2 bløð fyri sama prís
Stóra summarKvinna er endiliga komin - og tú fært hesa ferð 2 bløð fyri sama prís. Eitt hugnaligt summarblað við góðum lesnaði og íblástri til summarið, og so sjálvandi Kvinnu har vit millum annað hava eina rúgvu av síðum við íblástri til føroysku klæðini, áhugaverda samrøðu við Súsonnu Olsen og eina hjartanemandi grein um Elin Kristinu Hammer, sum hevur endometriosu. Lúr í blaðið her ...
Eftir: Kvinnu 14.07.2023

Í Kvinnu kanst tú hesa ferð lesa áhugaverda samrøðu við Súsonnu Olsen, sum er útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya og lokalpolitikari í Tórshavnar kommunu. Hon sigur millum annað:

– Ongantíð áður hava so nógv verið rakt av strongd, og vit síggja familjur, ið hokna undir trýstinum, sum fylgir við modernaða gerandisdegnum. Og samstundis hava vit dugnalig starvsfólk, ið verða tvingað at fara á eftirløn. Hetta er meir enn ríkiligt til at endurskoða okkara arbeiðslív. Soleiðis sigur Súsanna Olsen, útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Vit seta eisini sjóneykuna á kvinnusjúkuna endometriosu, sum rakar 10. hvørja Kvinnu. Elin Kristina Hammer fortelur sína hjartanemandi søgu.

Les eisini sera viðkomanadi essay hjá Regini Berg um Andrew Tate. Og so fært tú eisini 15 síður við íblástri til føroysku klæðini - vit vísa bæði arvað, gamalt og nýtt.

EYKABLAÐIÐ SUMMAR

Í SUMMAR eru vit millum annað við Sannu Brandal úr Klaksvík í summarhúsinum í Elduvík. Vit borðreiða við lekkrari grill matarskrá og geva prei um góð føroysk spælipláss. Og so vitja vit Maud Wang í Nólsoy, har hon eldhugað fortelur um sítt grøna ævintýr. Vit eru eisini á gátt í inspireraandi vakstrarhúsi í Sandavági.




Viðkomandi greinar