Stúranir hjá ukrainskum kvinnum í Føroyum
Tíðindi
Stúranir hjá ukrainskum kvinnum í Føroyum
Fyri einum lítlum ári síðani prýddu hesar ukrainsku kvinnurnar í Føroyum forsíðuna á Kvinnu við tvíkrossinum standwithukraine, og tá tosaðu vit eisini við tær tríggjar Mariu, Angelinu og Irynu, sum veittu okkum innlit í stúranirnar, ið fylgja við, tá tú sum útiseti eygleiðir heimlandið, og tey, tú ert góð við har heima, í svárari kreppu
Eftir: Anniku Kunoy Im og Tóru Effersøe Mortensen / Myndir: Tróndur Dalsgaard 24.02.2023
Í dag er júst eitt ár liðið, síðani kríggið millum Russland og Ukraina brast á. Í Føroyum búgva fleiri ukrainar - bæði tilflytarar og flóttar, og sorgarleikirnir í heimlandinum hjá teimum kunnu ikki lýsast við orðum. Men fyri lítið meiri enn einum ári síðani prýddu hesar ukrainsku kvinnurnar í Føroyum forsíðuna á Kvinnu við tvíkrossinum standwithukraine, og tá tosaðu vit eisini við tær tríggjar Mariu, Angelinu og Irynu, sum veittu okkum innlit í stúranirnar, ið fylgja við, tá tú sum útiseti eygleiðir heimlandið, og tey, tú ert góð við har heima, í svárari kreppu.
Í dag, eitt ár eftir at kríggið brast á, leggja vit samrøðurnar her út á netið.

Angelina Johannesen, 41 ár og býr í Klaksvík

Angelina Johannesen
Um at vaksa upp í Ukraina...
Eg eri fødd í Kharkiv, vit búðu í útryðjuni ábýnum, har náttúran er fantastiska vøkur, so vit spældu nógv úti.Um kvøldið gekk eg ofta túr við pápa mínum, og vit lurtaðu eftir fuglaljóðum og royndu at gita, hvønn fugl vit hoyrdu; tað var so hugnaligt. Í Ukraina hava vit tríggjar mánaða summarfrítíð í skúlanum, so um summarið, tá veðrið var gott, svumu vit altíð í áunum, og um veturin stóðu vit á skoytum; tað var so stuttligt. Eg haldi, tað var gott at vera barn í Ukraina, tá eg vaks upp. Ein tann besta tíðin í barnaárunum var við abba mínum. Hann elskaði at lesa, keypti mær nógvar bøkur og lærdi meg at lesa, áðrenn eg fór í skúla. Hann las eisini ofta søgur fyri mær. Abbi og omma búðu tætt við mítt barnaheim, og eg minnist, eg gleddi meg at byrja í skúla,tí eg kundi læna bøkur á bókasavninum. Eg minnist, tá vit endiliga fóru á bókasavnið í skúlanum,at eg var so forvitin, og eg leitaði og leitaði, men har vóru bert bøkur um Lenin. Tað var ikk istuttligt,og eg minnist, at eg var so skuffað. Eg lærdi meira ,áðrenn eg fór í skúla, tí í skúlanumv ar tað næstan bara heilavasking - tað sama og tað sama. Tað var nógv stuttligari at ganga í skúla, eftir at Sovjetsamveldið fall. Haldi, eg gekk í 2.flokki tá. Vit lærdu nógv meira, undirvísingin bleiv meira fjøltáttað og spennandi. Men nógv vaksin mistu arbeiðið, so korini blivu verri hjá nógvum. Sum tíðin leið, bleiv alt tó betri og betri. Eg búði í Kharkiv, til eg var 25 ár, og tá flutti eg til Kyiv.
Vit vóna øll, at vit vinna, tí vit vilja hava okkara land
Tá Ukraina var ein partur av Sovjetsamveldinum, avgjørdu fólk næstan einki sjálvi, tey máttu næstan ikki hugsa sjálvi. Hetta broyttist nógv, tí tá Sovjetsamveldið fall, kundu fólk hugsa frítt. Men fólk, sum ikki kendu til annað, høvdu
ringt við at sleppa tí hugsanarháttinum, sum hevði verið. Eg minnist, at omma mín var altíð skjót at siga, at vit ikki skuldu siga nakað um eitthvørt, til dømis ikki um Lenin. Men pápi mín hevur altíð lært meg, at eg skuldi lurta og hugsa sjálv.

Um dagin, tá kríggið byrjaði ...
Eg vaknaði tíðliga og fór í køkin at gera mær kaffi. Eg kannaði skjótt telefonina, fór á Facebook og sá, at har var alt um Ukraina, um at kríggj var brostið á. Eg ringdi til mammu mína beinanvegin og skrivaði til vinfólk og spurdi, um øll vóru ókey. Kharkiv og Kyiv blivu bumbaðir – mínir báðir býir, har eg havi familju og vinir. Eg minnist, at eg kom seint til arbeiðis, tí eg mátti vita, hvussu tey høvdu tað. Næsta dag flýddu fleiri, og ein vinkona fortaldi um 35 kilometra langa kø við markið til Póllands. Tað var og er stressandi, tí eg eri her, og tey eru har …

Um kríggið í heimlandinum ...
Míni foreldur eru enn í Kharkiv. Omma mín er 92 ár og dement, so tí eru tey har hjá henni; hon skilir ikki, hví hon kanska skal flyta. Bumburnar falla har hvønn dag… Eg tosi við mammu í telefon hvønn dag og hoyri bumbubrestirnar aftanfyri.
Og nýliga varð heimið hjá einari familju, sum býr beint við hjá mammu og teimum, bumbað, og tað er eitt undur, at tey yvirlivdu, tí tað var bert køkurin, sum ikki bleiv bumbaður í smildur, og júst tá vóru tey øll savnað til ein temunn í køkinum.
Øll míni vinfólk eru flýdd, men míni foreldur eru, sum sagt, enn í Ukraina, og beiggi mín eisini. Í Kharkiv eru nógv eldri fólk, sum ikki megna at flýggja. Eg haldi ikki, mamma mín er so bangin, hon trýr upp á Guð, og hon finnur troyst í tí; men sálarliga er tað so hart.
Tað er ein so ræðulig støða. Tað verður bumbað so nógv, at mamma mín dugir næstan út frá ljóðinum at siga, hvar og hvussu tey bumba ymsastaðni í býnum.

Um vónina ...
Eg veit ikki, fyrstu vikuna vónaði eg, at tað fór at steðga, men tann tankan mátti eg skjótt skúgva til viks. Hetta eru bara mínir tankar. Men Russland heilavaskar fólk, sum verða send í kríggj, og  støðan í Ukraina versnar; men vit vóna øll, at vit vinna, tí vit vilja hava okkara land! Í allari søgu landsins hevur onkur viljað havt Ukraina, tí landið hevur ríkt náttúrutilfeingi.

Maria Shvets Olsen, 38 ár og býr í Rituvík
Maria Shvets Olsen

Um at vaksa upp í Ukraina ...
Landslagið í Ukraina er ógvuliga fjølbroytt. Í vestara partinum av landinum eru fjøll, skógir og stórar áir. Í Kirovograd, 300 kilometrar sunnan fyri Kyiv, haðani eg eri ættað, eru stórir vakrir bygningar, men har er eisini meir oyðið við eyðkendu kornakrunum, sólblómunum og bláa himmalinum, sum ukrainska flaggið eisini ímyndar við gulu og bláu litunum.
Eg havi góð, trygg og stuttlig barnaminni úr Ukraina. Vit spældu nógv úti saman við vinfólki, sama, hvussu veðrið var. Eg minnist aftur á langar dagar og kvøld, har vit spældu úti í grannalagnum, og vit vildu ikki fara heim at fáa okkum at eta ella drekka, tí vit vóru bangin fyri, at foreldrini søgdu, at vit ikki kundu fara út aftur at spæla aftaná. Um kvøldið róptu foreldrini meg inn úr vindeyganum á høga íbúðabygninginum, vit búðu í, tá eg skuldi koma heim.
Eg flutti til Danmarkar, tá eg var fyrst í 20’unum. Har búði eg í tíggju ár, áðrenn eg flutti til Føroya í 2015 saman við manni mínum, sum er føroyingur.

Um stríðið millum Russland og Ukraina í barnaárunum ...
Mamma mín er russisk, og pápi mín ukraini. Eg eri tí hálv russi og hálv ukraini, og vit hava altíð havt sterkt tilknýti til Russlands. Hvørt summar vitjaðu vit ommu, abba, mammubeiggjar og systkinabørn í Russlandi. Eg minnist als ikki, at tað hevur verið stríð millum londini, tí bæði londini hava jú verið limir í Sovjetsamveldinum, og tað kendist, sum vóru vit sama fólkaslag. Eg havi ikki fylgt so væl við í politikki, men í 2014, tá Russland hertók Krim hálvoynna, byrjaði eg at merkja, at relatiónirnar millum londini ikki vóru, sum tær høvdu verið. Pápi mín hevur alla tíðina sagt, at einki kríggj fór at verða. Tað fór ikki at henda, og eingin trúði veruliga uppá, at kríggið fór at bresta á nú.

Um dagin, tá kríggið byrjaði ...
Hin 24. februar vaknaði eg knappliga av mær sjálvari klokkan fimm um morgunin. Eg hugdi at telefonini fyri at vita, hvat klokkan var, tí eg skuldi á eitt skeið hendan morgunin. Tá sá eg, at eg hevði fingið eini boð frá mammu míni, og hon skrivaði, at kríggj var brostið á í Ukraina. Eg var ógvuliga bangin um foreldur míni, sum tá vóru mitt í Ukraina, og eg græt nógv. Kríggið byrjaði við markið til Russlands, og eg hugsaði nógv um, hvussu skjótt ófriðurin fór at flyta seg nærri foreldrunum. Eg ringdi beinanvegin til foreldrini og tosaði við tey í fleiri tímar, og eg helt samband við tey allan dagin, meðan eg las tíðindini. Alt kendist sum ein marra, og eg dugdi ikki at skilja, at hetta veruliga hendi í Evropa í 2022.

Eg føli meg hjálparleysa at vera í Føroyum, meðan fólk í Ukraina líða

Um kríggið í heimlandinum ...
Tað hevur verið trupult at hugsavna seg um gerandisdagin, og tí fekk eg ikki farið til arbeiðis fyrstu dagarnar – eg havi bara havt hug at leggja meg at sova og vóna, at alt er í ordan, tá eg vakni. Men støðan í Ukraina hevur ávirkað bæði svøvnin og matarlystin. Fyrstu dagarnar vaknaði eg fleiri ferðir hvørja nátt og kannaði, um eg hevði hoyrt frá foreldrunum.
Upprunaliga var ætlanin, at foreldrini hjá mær skuldu koma til Føroya í summar at vitja, sum tey plaga. Men eftir at kríggið brast á, bjóðaðu vit foreldrunum hjá mær til Føroya at búgva hjá okkum. Pápi vildi illa avstað, og mamma vildi ikki avstað uttan hann. Tað var torført hjá teimum at fara frá øllum, sum tey hava uppbygt og tí, sum tey eiga í heimlandinum. Eg eri heilt ómetaliga glað fyri, at vit nú hava fingið tey heim til okkara í Rituvík, men eg hugsi enn nógv um beiggja mín, sum er eftir í Ukraina, og sum ikki kann fara úr landinum.
Eg føli meg hjálparleysa at vera í Føroyum, meðan fólk í Ukraina líða. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu tey hava tað. Hjartað bløðir fyri øllum Ukraina. Eg skilji ikki, hvussu tað kann bera til, at ein maður kann gera akkurát, sum hann vil.

Um vónina...
Eg vóni, at ukrainar halda stand, og at heimlandið hjá okkum ikki verður yvirtikið av Russlandi. Hetta er ein hørð tíð, og tað er trupult at vera 4000 kilometrar frá heimlandinum júst nú – landinum, eg eri fødd og uppvaksin í. Mín innasta vón er, at kríggið fær ein enda skjótt. Hóast eg eri ógvuliga kensluborin og sorgarbundin, eri eg eisini ómetaliga glað fyri, at fólk vísa samhuga, hugsa um okkum og hjálpa.

Iryna Hvidbro, 29 ár og býr í Klaksvík
Iryna Hvidbro

Um at vaksa upp í Ukraina ...
Eg eri uppvaksin í lítla býnum Lisne í Odessa landspartinum av Ukraina. Eg minnist aftur á barnaárini við gleði, hóast eg eri uppvaskin í einum lítlum býi uttan internet ella snildfonir. Har vóru markir við sólblómum og trø við perum og aprikosum á, sum vit ótu av, tá vit spældu nógv úti til seint um kvøldið. Omma mín búði í grannabýnum, og har fóru vit ofta at vitja um summarið.
Eg búði í Lisne, til eg var liðug við skúlatíðina, og so flutti eg til Odessa, har eg gekk á universiteti. Har búði eg í 10 ár, áðrenn eg flutti til Føroya fyri einum ári síðani.

Um stríðið millum Russland og Ukraina í barnaárunum ...
­Russland og Ukraina eru bæði lond úr gamla Sovjetsamveldinum, og tað hevur verið eitt tilknýti millum londini orsakað av hesum – vit høvdu eina kenslu av, at vit vóru sama fólk við somu mentan. Eg minnist ikki, at tað var stríð millum londini, fyrr enn Russland hertók Krim í 2014. Hetta er nú broytt, og nú eru vit fíggindar.

Eg veit, vit eru sterk, og eg vóni, at vit eisini verða verandi fræls

Um dagin, tá kríggið byrjaði...
Eg sat við dagagomlu dóttur míni í føvninginum, tá eg las tíðindini hendan dagin um, at Russland hevði framt bumbuálop á Ukraina. Satt at siga trúði eg í fyrstu atløgu, at hetta vóru falstíðindi. Eg setti meg í samband við systur mína, sum býr í Kyiv saman við manni sínum og nýføddu dóttur teirra. Hon váttaði tíðindini og greiddi frá, at bumbuálop høvdu verið í fleiri býum í Ukraina og eisini í Kyiv, har hon býr. Tíbetur var systir mín farin til bygdina Lisne, har foreldur míni búgva, við dóttur síni fáar dagar fyri, at álopini byrjaðu. Lisne er 20 kilometrar frá markinum til Moldova, og tí hevði hon ikki hoyrt álopini. Í Lisne er friðarligari enn aðrastaðni í Ukraina júst nú.
Eg var óguliga kensluborin, stúrin og bangin í fleiri dagar. Tey flestu vilja renna so langt burtur úr hesum ræðuleikunum, sum til ber, men eg ynskti meg inniliga aftur til Ukraina og tey, eg eri góð við har. Fyrstu dagarnar vóru vit ómetaliga stúrin um mannin hjá systur míni, sum var staddur í Kyiv, tá álopini byrjaðu. Teir dagarnar var hann í eini íbúð saman við mammu og mostur síni, og tey fingu at vita, at tá tey hoyrdu ávaringarlúðurin, skuldu tey søkja sær skjól í einum bumbuskýli. Tá eg hoyrdi tað, skilti eg, at hetta var veruleiki. Vit hildu sambandið við hann hvønn dag, og hann greiddi frá, hvussu ræðuligt tað var at hoyra ruðuleikan og spreingingarnar uttanfyri. Tey fingu bara sovið fáar samanhangandi tímar, og so vórðu tey aftur órógvað av brestum. Tey vóru øll sera, sera troytt og bangin, tí fleiri sivilir borgarar vóru raktir av álopum. Tíbetur sluppu tey upp í eitt av tokunum, sum koyrdi til Vesturukraina, eftir seks døgum í krígsrakta Kyiv. Við tokinum kom hann til Odessa og síðani til Lisne. Tað var ein øgiligur lætti, tá hann aftur kundi vera saman við systur míni og dóttur teirra.

Um kríggið í heimlandinum ...
Eg veit, at familjan hjá mær enn er trygg, tí bumbuálopini ikki hava rakt økið, har heimbygdin hjá mær er. Vit hava bjóðað teimum at koma heim til okkara, men mamma mín vil ikki fara uttan pápa mín, og hann kann ikki fara, tí hann er ein av hermonnunum, sum arbeiðir við markið millum Ukraina og Moldova. Hóast har er friðarligt júst nú, veit eg, at hann er ein av teimum fyrstu, sum skal verja Ukraina, um okkurt hendir har, hann er staddur.

Um vónina ...
Eg eri róligari nú, enn eg havi verið seinastu tíðina. Men eg hugsi nógv um, hvussu tað verður at uppbyggja landið aftur, tá kríggið er av. Kyiv er ikki at kenna aftur. Einki er eftir av tí, sum var. Eg vóni, at Ukraina verður verandi Ukraina, og at vit vinna hetta kríggið. Eg veit, vit eru sterk, og eg vóni, at vit eisini verða verandi fræls.