
Summarið er komið – og við tí lendir eisini ein nýggj og heilt serlig summarútgáva av Kvinnu í sølubúðunum. Blaðið, sum í meira enn tvey áratíggju hevur verið ein rødd og ein fríløta fyri føroyskar kvinnur, bjóðar enn einaferð inn í eitt fjølbroytt univers av søgum, stíli, nærleika og íblástri.
Á forsíðuni hitta vit Áslu Breyt Danielsen saman við lítla, fitta syni hennara, Atlas – ein sterk og vøkur mynd av kærleika og lívi. Í eini persónligari og opnari samrøðu inni í blaðnum fortelur Ásla eisini um, hvussu strævið tað var at ynskja sær eitt barn og ikki fáa tað, um longu tilgongdina at gerast mamma, um ættleiðingina - og eisini um almenna lívið á Instagram, har hon sum ávirkari dagliga deilir stórt og smátt við sínum fylgjarum.
Eisini hava vit sett okkum niður við fýra mannligum politikarum til eitt óformelt prát yvir lættar og summarligar drinks – har verður prátað um alt frá smoothiefobi til politiskt samstarv.
Inni í blaðnum bjóðar SummarKvinna eisini heilar 17 síður við frískligum mati og flottum summar- og festivalmóta – ein summarlig ferð gjøgnum litir, smakkir og skapandi hugflog.
Vit fara eisini ein spennandi túr til Svínoyar og til Skálavíkar - og so dyppa vit saman við morgunfrúunum á Glyvrum, vitja grøna urtagarðin hjá Guðrið Højgaard og hugnaliga køkin hjá Sunnvá Dahl Høgfeldt.
Umframt alt hetta finnur tú eisini gott lesistoff um mentan og list, íblástur til summarkvøldini, lekkra uppskrift til stokkarnar og nógv annað, sum setir ein serligan dám á summarfríløtuna.
SummarKvinna er í sølubúðunum kring landið.